Nú skulu suðuroyingar hava nýggjan prest

Hann skal hava sætið í Hvalba, har hann skal búgva á prestagarðinum

Nú er nakað síðani, at Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba, legði frá sær fyri aldur og nú verður søkt eftir nýggjum presti til Hvalbiar.

 

Fólkakirkjan sigur, at presturin skal setast í starv 1. juli, ella so skjótt tað annars ber til.

 

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjur, nevniliga Tvøroyrar kirkja, Fámjins kirkja, Hvalbiar kirkja og Sandvíkar kirkja, og harafturat er so eisini Bønhúsið í Øravík.

 

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Tænastubústaður er til embætið og tað er Prestagarðurin í Leirum í Hvalba - og presturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

 

Sóknarpresturin er í einum toymi saman við hinum báðum prestunum í oynni, prestinum á Tvøroyri og prestinum í Vági.

 

Afturat kirkjuni, skal prestur eisini hava gudstænastu, ella andakt á sjúkrahúsinum, ellis- og røktarheimum, stovnum og býlum.

 

Biskupur sigur í lýsingini, at tey vilja hava ein prest, sum er sjónligur ímillum fólkið í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum ímillum børn, ung og eldri.

 

Tað er presturin á Tvøroyri, sum hevur ábyrgd av kirkjubókunum og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum. Men presturin í Hvalba førir kopibøkurnar. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. apríl 2023.

 

Síðani Jens Mortan Mortensen gavst, hevur Hanus Pál Jógvansson verið prestur í Hvalba.

 

Sí lýsingina eftir nýggjum presti HER