Nú skulu vit næstan á skeið fyri at liva

Foreldur mugu eisini hava ábyrgdina av at læra børnini okkurt

Nú skulu vit næstan á skeið fyri at liva.

Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Sandoy, heldur, at nú eru vit farin út um mark fyri, hvussu nógv samfelagið skal blanda seg upp í, hvussu børn verða uppald.

 

Løgtingið viðger eitt uppskot frá løgmanni um at broyta vápnalógina og eitt úrslit av tí er, at nú skulu øll, sum ogna sær byrsu, á skeið í vápnabrúki, áðrenn tey sleppa at brúka byrsuna.

 

Skeiðið er átta tímar og á tí skal bæði vera verklig og ástøðilig undirvísing í at brúka byrsu, og tað skal so enda við eini roynd.

 

Men hetta er bara galdandi fyri tey, sum eru undir 40 ár, tí tey, sum eru eldri enn 40, sleppa frá at fara á skeið, men kunnu søkja um at fáa vápnaprógv kortini.

 

Men hesum tekur Brandur Sandoy als ikki undir við, tí hann heldur, at nú eru myndugleikarnir farnir ov langt.

 

- At læra at handfara byrsu, hevur til allar tíðir verið nakað, sum foreldur hava lært síni børn. Tað er lærdómur, sum er borin frá einum ættarliðið til tað næsta við teirri stóru virðing, sum vit eiga at hava fyri byrsu, sigur Brandur Sandoy

 

Hóast Brandur Sandoy er í samgongu við løgmanni, ger hann púra greitt, at hann ætlar sær ikki at atkvøða fyri hesum.

 

Hann sigur, at tað ger hann, tí at hann heldur, at tað er skeivt, at myndugleikarnir hava so strangt eftirlit við fólki, at vit skulu skúlast til alt.

 

Hann heldur, at hetta er at ”jaga” fólk, sum hann tekur til.

- Vit mugu lata okkurt vera eftir til okkum foreldur at læra børnini, sigur Brandur Sandoy.

 

Brandur Sandoy vísir annars á, at Fólkaflokkurin var ímóti, at løgmaður yvirhøvur leggur uppskotið fram enn, tí hann vildi hava, at tað skuldi bíða.

 

Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, er ikki samdur. Hann heldur, at skeiðið er eisini fyri at tryggja okkum sjálvi.

 

Hann vísir á, at nú á døgum er ógvuliga avmarkað, hvat byrsa kann brúkast til. Men hann nevnir, at tað er ikki óvanligt at ungir dreingir fara at skjóta haru saman við vaksnum monnum.

 

- Men árið eftir finna teir ungu sær nakrar ungar afturat, so eru tað brádliga bara eitt lið av ungum dreingjum við byrsu, og tað haldi eg ikki er rætt sigur sambandsmaðurin.