info
Ongi úrslit

Nú sleppa fremmandir bilar ikki longur inn í bygdina

Fyrsta bygdin í Føroyum verður nú stongd fyri øllum bilum – uttan teimum hjá bygdarfólkinum

Áki Bertholdsen
1. juli 2022 kl. 13:15

Í takt við at ferðavinnan av álvara hevur tikið seg upp, hevur tað eisini elvt til ferðsluruðuleika í fleiri smærri bygdum. Teir nógvu, fremmandu bilarnir eru mangan til stóran ampa hjá bygdarfólkinum, tí tey sleppa ikki framat hjá sær sjálvum, ella tey sleppa  frá húsum við bilum, landbúnaðaramboðum, og øðrum.

Myndin er ikki tøk

Tjørnuvík er ein av mest vitjaðu bygdunum í landinum og um summarið leita nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar, sær til Tjørnuvíkar at njóta vakra umhvørvið. Tað er ofta til stóran ampa hjá tjørnuvíkingum. Tað er eisini ein forðing fyri, at sjúkrabilar, brandbilar, og onnur neyðsendarakfør fáa koyrt ótarnað. So nú hava Landsverk, Sunda Kommuna, og Visit Faroe Island, gjørt eina serliga skipan fyri ferðsluna í Tjørnuvík.

Myndin er ikki tøk

Talan er um eina royndarskipan, ið verður sett í verk 6. juli, tað er í næstu viku, og sum verður galdandi í summar. Síðani verður skipanin eftirmett, og tá verður støða tikin til, hvussu ferðslan skal skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá í summar brúktar til at meta um ein slík skipan eisini kann setast í verk aðrastaðni í landinum.

Tiltøkini, sum verða sett í verk í næstu viku eru hesi:

Landsverk setur ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík, so at ferðslan glíður betri og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki.

Bygdin verður stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll, sum koma til bygdina, skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík.

Sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og skelti verður sett upp í Haldórsvík, sum vísa, um parkeingspláss eru tøk í Tjørnuvík.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

16 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

7 minuttir síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

52 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

1 tími síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

2 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

2 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

2 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

4 tímar síðan