Fyri HF-ararnar er eitt tvey ára skeið nú komið at enda. Fleri fara nú at søkja sær arbeiði og onur fara undir víðari lesna.
Hetta hevur verið ein strævin, men góð tíð. Vinnulívið krevur nógv av fólki, so at skilja, at hevur ein ikki útbúgving, fær ein einki arbeiði.
Vitanin ein fær um bæði líkt og ólíkt á eini miðnámsútbúgving er av stórum týdningi, bæði fyri einstaklingin og samfelagið yvirhøvur. At læra um onnur fólkasløg, aðrar trúarbólkar, munin á samfelagsviðurskiftum landanna millum o.m.a. fær ein at hugsa um hvussu ójavnt er býtt, og hinvegin, hvussu priviligeraði vit eru í vesturheiminum.
Okkara tíð verður rópt informatiónssamfelagið. Ídnaðartíðin er farin, og nú snýr tað seg um at hava vitan. Tey størstu framstigini eru eisini júst innan tøknifrøðina, sum soleiðis hevur gjørt tað áhugavert og møguligt at leita eftir olju á djypri og djypri høvum. Og her koma Føroyar inn í myndina. Mett verður, út frá teimum stóru oljukeldunum hetlandsmegin rennuna, sum er fiskimarkið, at stórt oljuríkidømi er í tí føroysku undirgrundini. Og so fáa øll dollarar í eyguni. Einki er at ivast í, tað er júst dreymurin um oljuna, sum hevur fingið føroyingar at hugsa meira positivt um framíðina: fleiri arbeiðspláss, øktur aktivitetur, og so eru hjólini aftur farin at mala. Vit høvdu, nú aftaná nøkur døpur ár, við minkandi fiskastovnum, sum er okkara álit og dagliga breyð, vaksandi arbeiðsloysi, og stórari fólkaflyting úr Føroyum, brúk fyri onkrum, fyri aftur at síggja eitt ljós fyri framman. Og so er bert at vóna at tey, sum umsita oljumál, fara at hugsa nøkur ella fleiri ættarlið fram í tíðina.
Nú tá ið HM í fótbólti er í hæddini, verður nógv tosað um fótbólt og verður minnið hjá nógvum føroyingum leitt aftur á tað ferðina, Føroyar vunnu á Eysturríki. Eftir hendan sigur komu ikki fleiri í longri tíð, men var tá sagt at úrslitini tó vóru heiðurlig og ikki minst var havt á mannamunni at vit vóru við fyri at læra. Hetta hugtakið, at vit eru við fyri at læra, er ikki at hoyra longur, tí nú hava vit lært og spæla við eftir førimuni. Vit eru fá men kná, sigur tað gamla orðatakið, og satt er tað. Vit hava megna at givið fótbóltsliðum úr stórum tjóðum góða mótstøðu á útivølli so væl sum á heimavølli við at trúgva uppá liðið hjá okkum, stuðla tí bæði fíggjarliga og sálarliga. Hetta skuldi ikki gerast ein røða um fótbólt ella annan ítrótt, ætlanin er bert at vísa á hvat kann spyrjast burturúr tá ið fólk trýr uppá tað tey gera og eru í felag um tað ið gerast skal.
Føroyingar hava verið við í altjóða fiskivinnu í langa tíð nú og hava víst seg at verða kappingarførir, hvat í fiskiskapi viðvíkur. Á hesum sinni skal ikki verða trivið í aftur tosið um yvirfígging av trolarum, ov stórum fiskiflota o.s.fr., men um førleikan hjá føroyingum. Ein stórur feilur varð gjørdur í 80-unum við ov stórum lánum og fíggingum, men vit hava lært av hesum feilum. Ikki skal nakar lurta eftir teimum, sum siga, at vit eru so býtt og at vit iki duga ella kunnu stýra ella ráða í okkara egna landi. Hevði nakar ognarleysur síðst í 1700-talinum trú at einans 200 ár eftir teirra tíð skuldi eitt ríkt og stolt fólk við øllum okkara hentleikum og avrikum búgva á hesum oyggjum? neyvan. Men tað gera vit jú. Og tað er fyrst og fremst okkum sjálvum at takka at vit eru komin so langt. Okkara arbeiðssemi og hegni. Men arbeiðssemi og trúgv á okkara førleika er minkað nakað hesi síðstu árini vegna vantandi ábyrgd, ið er komin av blokkstuðlinum, sum hevur sáað letið og líkasælu í føroyingar, men eftir løgtingsvalið í vár, tá ið føroyingar valdu tey bestu sínámillum inn á ting og í landsstýrið, var fingin ein góð avtala við danir um endurgjald fyri bankamál og afturgjaldstreytir fyri skuldina so nú tykjast útlitini fyri at byggja land við nýggjum vinnuvegum munandi betur, til dømis kunnu vit hugsa um at útflyta lidnar fiskavørur ístaðin fyri bert at útflyta rávørlu. Tá ið eisini hugsað verður um eina møguliga oljuvinnu og menningar á øðrum økjum skulu vit kanska hugsa um at vit hava verið við nóg leingi fyri at læra, nú er tíðin komin til at luttaka á jøvnum føti við onnur lond.
Sum áður nevnt eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark komin til eitt vegamót. Vónandi fara broytingarnar í framtíðini ikki at skaða møguleikarnir hjá teimum lesandi viðvíkjandi val av lestrargrein og lestrarstuðli. Vónandi fara politikkarnir at hava hetta í huga tá ið nýtt land skal byggjast.
Hugsa vit meira lokalt viðvíkjandi viðurskiftunum í Hoydølum, so er uppá tal at nýggjur skúli skal byggjast. Hetta er gott og vónandi kemur hetta at betra um møguleikarnir hjá teimum lesandi, men hetta er ikki nóg mikið. Ynskiligt hevði verið at tá ið trupulleikarnir stungu seg upp millum landsstýrið og lærararnar at hetta ikki skuldi kunna ávirka næmingarnar. Her verður sjálvandi hugsa um streykuna sum var í januar mánað. Tað er eyðsæð at hetta hevur havt stóra ávirkan á royndarúrslitini hjá okkum. Tað at næmingarnir kunnu brúkast sum kastibløkur fær ein eisini at seta spurnartekin við trúvirðið á meiningina við skúlaskipanini. Hetta er ein áheitan til lærararnar og myndugleikarnar um at leggja meira orku í at hjálpa næmingunum framá. Tit mugu eisini hugsa um at vit fara ikki í skúla fyri at spilla tíðina burtur.
Tó skulu lærararnir ikki bert fáa kritik, teir hava eisini givið okkum góða undirvísing, tá ið teir vóru har, og tað hava teir eina tøkk uppborna fyri. Við hesum fari eg at enda og skal eg vegna næmingarnar í 2. HF takka fyri tíðina uppi í Hoydølum.