Nú snýr tað seg um at yvirliva

Alt kjak um loysing og samband má leggjast á hillina

 

Hesi næstu árini snúgva seg um at fáa føroyska samfelagið at yvirliva.

 

Tað heldur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri Sambandsflokkin.

 

Á fólkafundinum í Klaksvík um vikuskiftið var hann biðin at siga sína hugsan um føroyskan politikk í dag.

 

Og hann heldur, at føroyskur politikkur er hugsjónarleysur.

 

Øll hendan blandingin, vit hava ímillum høgra og vinstra, loysing og samband elvir til, at førdi politikkurin verður hugsjónarleysur og ósamanhangandi, heldur Magni Laksáfoss.

 

Hann vísir á, at hetta er ein blanding, sum er samfelagsskaðilig.

 

- Tí hava vit brúk fyri eini husjónarligari uppgerð, so at vit kunnu velja eina kós fyri samfelagið, eina vinstravenda, reyða kós, ella eina høgravenda, bláa kós.

 

Samstundis hava vit eina frágreiðing frá Búskaparráðnum og eina frágreiðing frá Tjóðbankanum, sum staðfesta, at føroyski búskapurin er ikki haldførur.

 

- Vit hava risa stórar avbjóðingar, men tær flestu eru sjálvskaptar, tí vit hava ikki lagt eina hugsjónarliga, politiska kós.

 

Magni Laksáfoss sigur, at tískil verður tað neyðugt at legga alt kjak um loysing og samband á hillina, tí hesi næstu árini snúgva seg bara um at leggja eina ætlan fyri, hvussu samfelagið kann yvirliva.

 

Longu um 15 ár, eru 4000 fleiri pensjónistar í Føroyum og 4000 færri fólk í arbeiðsførum aldri.

Tað er ein verulig avbjóðing, vit mugu taka í álvara. Tað er spurningurin, sum má viðgerast og tí má alt prát um fullveldi leggjast á hillina.

 

Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi  løgmaður, landsstýrismaður og løgmaður fyri Javnaðarflokkin, er samdur um, at spurningurin um fullveldið eigur at verða parkeraður ongantíð ov skjótt, sum hann sigur.

 

- Spurningurin um loysing og samband gruggar fyri veruligum politikki, heldur Jóannes Eidesgaard.

 

- Tá sleppa vit at føra veruligan politikk, antin borgarligan, ella vinstravendan. Tórbjørn Jacodsen, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, er grundleggjandi ósamdur.

 

- Hann sigur, at tað er bara eina loysn og tað er at avgreiða loysingina, tí ikki fyrrenn tá ber ikki til at reka politikk í Føroyum.

 

Og fullveldisspurningurin letur seg heilt einfalt ikki parkera, fyrrenn fullveldið er tikið, tað er ómøguligt, sigur hann.

Orsøkin til, at vit eru komin í hesa støðuna, er nettupp, at vit hava samband og tískil hava ført ein ábyrgdarleysan politikk, so tað er sambandið, sum er sjálvur trupulleikin, sigur Tórbjørn Jacobsen.