Nú stýrir vinstrivongur Norðurlondum

Eftir sigurin hjá norska Arbeiðaraflokkinum í Noreg í gjár fara stjórnir við flokkum á vinstraveinginum at stýra øllum norðurlondum – uttan í tveimum teimum minstu.

Jonas Gahr Støre fer í næstum at skipa nýggja stjórn í Noreg saman við Senterparitet og Socialistis Vensterparti

Javnaðarflokkurin Arbeiderpartiet er størsti flokkur á valinum í Noreg í gjár og skal royna at skipa stjórn.

 

Harvið kunnu øll tey fimm stóru sjálvstøðugu norðurlondini skjótt hava stjórnir, sum eru á vinstraveinginum.

 

Her er eitt yvirlit yvir hinar stjórnirnar í Norðurlondum:

 

-

 

* Danmark:

 

Stjórn: Javnaðarflokkurin.

 

Forsætisráðfrú: Mette Frederiksen (Javnaðarflokkurin).

 

-

 

* Svøríki:

 

Stjórn: Javnaðarflokkurin og Umvhørvisflokkurin.

 

Forsætisráðharri: Stefan Löfven (Javnaðarflokkurin).

 

-

 

* Finnland:

 

Stjórin: Finski Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin í Finnlandi, Tey Grønu, Svenski Fólkaflokkurin, Vinstrasamgongan.

 

Forsætisráðfrú: Sanna Marin (Finski Javnaðarflokkurin).

 

-

 

* Ísland:

 

Stjórn: Vinstraflokkurin - Tey Grønu, Sjálvstæðisflokkurin, Framsóknarflokkurin.

 

Forsætisráðfrú: Katrín Jakobsdóttir (Vinstriflokkurin - Tey Grønu).

 

-

 

* Grønland:

 

Stjórn: Inuit Ataqatigiit og Naleraq, Atassut er stuðulsflokkur

 

Formaður: Múte B. Egede (Inuit Ataqatigiit)

 

 

 

Og so tey bæði minstu norðurlondini, Áland og Føroyar, sum hava ávikavist mið- og høgrastjórn:

 

-

 

* Áland:

 

Stjórn: Åländsk Center, Moderat samling för Åland, Obunden samling på Åland og Hållbart initiativ.

 

Stjórnarleiðari: Veronica Thörnroos (Álendski Miðflokkurin)

 

-

 

* Føroyar:

 

Stjórn: Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin.

 

Løgmaður: Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin)

 

 

 

/ritzau/

 

 

 

Jonas Gahr Støre fer í næstum at skipa nýggja stjórn í Noreg saman við Senterparitet og Socialistis Vensterparti