Samráðingarfundir, pallborðsfundir, mótmælisfundir. Men enn hevur einki hjálpt, soleiðis at studentaskúla- og HF næmingarnir sleppa aftur í skúla.
Og næmingarnir, sum alt gongur út yvir, eru farnir at ridla í teirra støðutakan til stuðul.
Onkur næmingur helt eftir tingfundin fyrrapartin týsdagin, sum annars einki spurdist burturúr, at nú er stuðulin til lærararnar als ikki so sjálvsagdur meira.
Týsmorgunin møttu næmingarnir í Hoydølum til mótmælisgongu oman í Løgtingi fyri á tann hátt at vísa, at nú er tíð upp á, at okkurt hendir.
Meðan tað spakuliga gránaði eystan Oyggjarmúla, komu tvær ungar gentur oman eftir Hvítanesvegnum á veg oman í studentaskúlan í Hoydølum. Tær høvdu fingið fundarboð beint fyri midnátt at møta í skúlanum til mótmælistiltak í Løgtinginum.
Og í auluni á skúlanum sótu aðrir næmingar, sum vóru í ferð við at fyrireika tað, sum henda skuldi.
Heldur múlatrútnir og vónbrotnir um, at heldur ikki mánadagin eydnaðist at fáa nakað úrslit burtur úr samráðingunum millum Landsstýrið og lærarar teirra.
Ganga umaftur
Men hetta ber ikki til longur, eru tey púra samd um. Og nú er rættiliga farið at sansa at, nú verkfallið er komið væl inn í fjórðu viku. So nógv sansar at hjá summum, at tað frættist fyri vist, at næmingar hava meldað frá og fara ikki upp til roynd í 3. G í summar.
»Enn hava vit ikki frætt um nakran, sum hevur boðað frá, at hann gevst heilt,« sigur Absalon Eysturoy, formaður í næmingaráðnum í Hoydølum. »Men tað frættist um næmingar, sum ætla at ganga árið um aftur komandi ár.«
Hann stendur saman við fleiri næmingum og lærarum á økinum millum Løgtingið og Telefonverkið, nú tingfundur er settur klokkan 10 fyrrapartin týsdagin.
Tað er kalt, og tey royna at trampa og flyta seg sum frægast.
Men inni í Tinghúsinum er fult, og so mikið av hita, at næmingarnir, sum sita næstir vindeyganum við áhoyraraplássini, hava latið upp, nú Eilif Samuelsen skal svara spurngini frá Signari á Brúnni, um hvussu gongur við málinum.
Men øll, sum hoyrdu svarið, og tey vóru nógv, bæði úti og inni, vóru so æviga samd um, at har var einki svar.
Ein slutur fyri ein slatur. Ella, sum ein lærari í Hoydølum segði:
»Hatta kundi hann gott spart sær. Hatta var tað bera vrøvl.«
Loysast uttan lóg
Tingmenn dartaðu aftur og fram, men eingin kom út í túnið at tosa við næmingarnar.
Og so við og við gjørdist ov kalt hjá teimum, sum uttan fyri stóðu, og so er ikki so galið at hava Kondittaríið so nær, at til ber at gera eina »vaktarskipan« við skifti millum Tinghústúnið og Kondittaríið.
Og í gongini hjá tingmonnum ringdi telefonin, og tingmenn gingu á skift út í gongina at tosa danskt. Ivaleyst hevur bankakanningin enn eitt sindur av áhuga kortini, hóast hon hongur langt úti hjá Palleba.
Miðflokkurin hevur boðað frá lógaruppskoti, sum skal fáa skil á hesum hurlivasanum. Men tað halda fleiri tingmenn einki hugskot vera kortini.
Av teirri einfaldu orsøk, at tað tekur ov langa tíð.
Ingeborg Vinther sigur, at hon stuðlar ongum uppskoti, sum ikki staðfestir, at í mesta lagi 24 næmingar skulu vera í hvørjum flokki.
Og fyrrverandi floksfelagið hennara, Óli Jacobsen, sigur, at tað verður alt ov leingi at bíða eftir eini løgtingslóg til tess at loysa hesa trætuna. Tað má henda beinanvegin.
Gott við tær
Og Óli Jacobsen var eisini á røðarapallinum í samband við spurningin til Eilif Samuelsen, landsstýrismann.
Hann helt ikki, at tað var nakað skil í, at ein træta ikki kann loysast við vanligum samráðingum. Tað hevði hann nú í 30 ár verið við til, segði hann.
Men lærararnir fingu toyggið frá Óla. Og tað hóvaði ikki teimum studentaskúla- og HF lærarunum, sum sótu í pressurúminum í Tinginum og lurtaðu eftir Óla.
Serliga var tað, tá hann helt, at Yrkisfelagið hjá lærarunum hevði fingið ov lítið burturúr.
Onkur lærari helt fyri, at tað vísti seg, hvussu gott úrslitið er av, at tað vóru 32 næmingar í flokkinum tá Óli gekk í Gøtu skúla.