Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðli sínum Truth Social í dag.
- 80 prosent tollur á Kina virkar rætt! Upp til Scott B, skrivaði Trump og vísti til amerikanska fíggjarmálaráðharran, Scott Bessent.
Fráboðanin kom sama dag, sum Scott Bessent eftir ætlan skuldi hitta varaforsætisráðharran í Kina, He Lifeng.
Her skuldu partarnir væntandi umrøða handilskríggið millum londini.
Vørur úr Kina, sum verða útfluttar til USA, eru í løtuni undir tolli uppá 145 prosent.
Hetta er nógv tann hægsti tollurin, sum Trump-stjórnin hevur lagt á útlendskar vørur.
/Ritzau/