Nú væntar hann at tað verður friður

Nú er ein semja gjørd og hann væntar avgjørt, at bæði hendan samgongan - og allar samgongur, sum koma - halda seg til hana

##med2##

 

Nú hava vit gjørt eina semju, so nú vænti eg avgjørt, at tað verður friður. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík. Hann er ein av teimum, sum hevur sitið í nevndini, sum hevur samráðst við landsstýrið um, hvussu Sev skal skipast í framtíðini.

 

Í gjár varð semja gjørd ímillum Sev, kommunurnar og Landsstýrið og Tórbjørn Jacobsen væntar at  bæði hendan samgongan – og allar komandi samgongur, fara at halda seg til semjuna so at Sev nú fær arbeiðsfrið.

 

Hann sigur, at tá ið hendan samgongan varð skipað, settu tey sær eisini eitt mál fyri Sev og tað var eitt mál, sum tey flestu fataðu sum at Sev skuldi liðast sundur. Men Tórbjørn Jacobsen sigur, at í samráðingunum hava kommunurnar mint landsstýrið á, at tað eru altso tær, sum eiga Sev. Og tað hevði stóran týdning at fáa landsstýrið at gevast við øllum práti um at ognartaka og privatiseta Sev og at liða Sev sundur. Og hann sigur, at eftir semjuni, sum nú er gjørd, eru ikki tær stóru broytingarnar hendar.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Tórbjørn Jacobsen greiða frá, hvussu hann sær upp á semjuna, sum nú er gjørd.