Nú vendist ikki aftur harra løgmaður

Samráðingarnar við danir eiga at útsetast til eftir valið, soleiðis at vit fáa eitt sterkt landsstýrið við einum nýggjum løgmanni at standa fyri samráðingunum. Nú Edmund Joensen segði seg frá sum samráðingarleiðara vegna tørvandi undirtøku í sínum egna flokki, vendist ikki við aftur, hóast løgmaður nú heldur seg standa sterkari enn nakrantíð. Løgmaður skal halda fingrarnar langt vekk frá samráðingunum við danir.

AT Edmund Joensen eftir landsfundin í sambandsflokkinum heldur seg standa sterkari enn nakrantíð og at hann tí sjálvandi kann vera samráðingarleiðari á komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins framtíð.


EDMUND JOENSEN hevur sagt seg frá sum samráðingarleiðara og soleiðis verður tað. Her vendist ikki við aftur. Føroya løgting má undir ongum umstøðum loyva Edmundi Joensen at fara til Danmarkar at tosa um bankamál og skuld, nú hann longu hevur sett seg sjálvan út av spælinum. Eingin flokkur við ábyrgd eigur at góðtaka, at Edmund Joensen aftur fær tær heimildir og ta álit, hann hevði sum løgmaður og harvið sum samráðingarleiðari við danir, áðrenn hann skrivaði út nýval. Hvat Edmund Joensen enn heldur um seg sjálvan, so vikast ikki tann veruleiki, at hann hevur sett sítt egna trúvirði og ikki minst trúvirðið hjá Føroyum uppá spæl. Eingin danskur politikari kann eftir gerð løgmans at útskriva val uppá ein sjálvgjørdan trupulleika í sínum egna flokki taka henda mann fyri fult. Og vit hava ikki ráð til at hava ein løgmann, sum aðrir ikki taka fyri fult. Tí má eitt punktum setast nú. Tingiðeigur nú at fáa bankamálið og skuldarspurningin útsett til eftir vali til vit hava fingið eitt sterkt landsstýrið við einum leiðara, sum setir landsins áhugamál framum síni egnu. Løgmaður má ikki sleppa at brúka samráðingarnar við danir sum eitt valpropagandistiskt mál nú undan valinum. Hví hevur hann ikki fyri langari tíð síðani tikið stig til samráðngar!


EFTIR okkara tykki eiga føroyingar nú at tryggja seg soleiðis, at vit ikki blíva verri fyri við at útseta alt málið. At fleiri av flokkunum hava fingið ilt av, at formaður javnaðarfloksins og nývaldur fólkatingslimur hevur verið á fundi við Nyrup er stórt spell. Heldur áttu teir at virðismett støðu og leiklut hansara. Sjálvandi eigur ein føroyskur fólkatingsmaður at gera alt hann er mentur fyri at tala søk føroyinga, uttan mun til hvønn flokk hann hoyrir til. Tað skjal, sum Nyrup og Eidesgaard hava skrivað undir, er eitt sera týdningarmikið skjal, tí hetta er við til rudda slóð fyri teimum samráðingum, sum skulu vera millum Føroyar og Danmark. Føroya fólk eiga at taka fult og heilt undir við royndunum hjá Jóannesi Eidesgaard at sannføra danir um, at føroyingar kunnu ikki liva við eini vánaligari og órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara fólkatingsessur ein trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara felags besta.


Nú er umráðandi at forða løgmanni í at misbrúka sítt vald til egnan fyrimun. Edmund Joensen er Føroya løgmaður og sum so ikki formaður sambandsfloksins. Sum Føroya løgmaður eigur hann at seta áhugamál landsins framum eginpolitisk áhugamál. Tað hava seinastu dagarnir víst, at hann hevur ikki gjørt. Tí má hann steðgast, áðrenn hann setir alt Føroya fólk í eina uppaftur verri støðu. At hann gamblar og førir taktiskt spæl móti sínum egnu er hansara søk. Men hann eigur ikki atsleppa at gambla aftur við lagnu landsins. Við at taka alt landið sum gísla fyri at kunna vera sitandi sum formaður í sambandsflokkinum hevur Edmund Joensen spælt sær tann seinasta trumfin av hondini. Nú er nevniliga eingin, sum vil spæla kort við honum longur. Hann kann so ístaðin leggja sínar kabalur so leingi hann vil. Tær koma so ongan týdning at hava fyri landið. Eftir seinasta útspæl løgmans má hann metast at vera ein proformaleiðari. Tvs. at hann verður sitandi til eftir valið og so er hann heilt ?out?. Edmund Joensen fer tá at sanna, at hann liggur sum hann hevur reitt. Um somu tíð sum hann bjargaði sær formanssessin í flokkinum rudda hann slóð fyri nýggjari oyðimarkagongd fyri sín egna flokk. Er nakar stiril í øllum hinum flokkunum, so venda teir nú sambandinum bakið. Edmund Joensen megnaði í fleiri ár at tvinga bæði fólka- og sjálvstýrisflokk til at leggja bond á seg sjálvar. Orðini sjálvstýri og sjálvbjargni vóru banniorð. Nú hevur sambandi valt at halda fram á somu krunkasvørtu afturhalds leið, og har fer tað at standa fullkomiliga einsamalt. Ella fer tað!