info
Ongi úrslit

Nú vendist ikki aftur hjá TB

1. DEILD: Málleysi javnleikurin í Trongisvági ber við sær, at tað er greitt, at ÍF flytur upp sum vinnari av næstbestu deildini

Jóannes Hansen
15. oktober 2022 kl. 17:01

Einki mál varð skorað, tá ið TB í góðum líkindum í Trongisvági hevði vitjan av ÍF.

Undan hesum umfarinum var tað greitt, at ÍF í 2023 fer at spæla í bestu deildini. Í dag var spurningurin, um TB fór at vinna og harvið undan síðsta umfari aftur fór at leggja seg á fremsta plássið, sum TB hevur verið á nógv størsta partin av kappingarárinum.

At tað endaði málleyst ber við sær, at ÍF hevur tryggjað sær fremsta plássið í deildini. Undan 27. og seinasta umfari hava fuglfirðingar 56 stig, og TB hevur 52 stig.

Tað er ikki púra avgjørt, at TB í 2023 fer at spæla í bestu deildini, men eftir javnleikin við Stórá í Trongisvági í dag er støðan soleiðis, at tað mest sum ikki ber til hjá TB at sleppa undan at flyta upp. TB hevur 52 stig og málmunin +31, og B71 hevur 49 stig og málmunin +23.

Í síðsta umfari fær ÍF vitjan av B71, og TB fer í síðsta umfari at spæla á útivølli ímóti Undrið FF.

Meðan ÍF tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur vunnið sjey stig, so var dysturin í dag tann fimti á rað, at TB fór av  vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. TB úrtøkan í hesum fimm dystunum hevur verið tvey stig.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla­borðhald

28 minuttir síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

42 minuttir síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

1 tími síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

2 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

3 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

4 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

5 tímar síðan