Nú verða fleiri grundstykki at fáa í Vágum

Bæði her í Sandavági, og í Miðvági, verða fleiri grundstykki til taks í næstum

Nú verða fleiri grundstykki til taks, bæði í Miðvági og í Sandavági. á  býráðsfundi í gjárvøldið, samtykti býráðið í Vága kommunu nevniliga at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági. Eftir ætlan verður arbeiðið at gera økini byggibúgvin bjóðað út um nakrar fáar vikur, sigur býráðið í tíðindaskrivi. 

 

Men tað verða bara arbeiðstakarar í Miðvági og í sandavági, sum sleppa framat, tí arbeiðið verður nevniliga boðið út í innbodnari lisitatión til arbeiðstakarar í kommununi. Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at øki verða boðin út til aðra bústaðarbygging. Arbeitt verður somuleiðis við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum.

 

Nógv bygging erí Sandavági, har fleiri sethús eru í ger. Í gjárvøldið samtykti býráðið at fara undir at útstykkja níggju grundstykkir til sethús, og grundstykki til einar 12 íbúðir afturat í Sandavági. Økið, talan er um, er millum vakstrarhúsið og býlingin norðuri í Sørpum, við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin, sigur býráðið.

 

Í Miðvági er eitt stórt øki sett av til bústaðir á Heiðatrøðni, niðanfyri býlingin Norðuri á Heiðum. Í fyrstu syfti er ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús, umframt stykki til fimm íbúðir. Hetta er afturat teimum átta grundstykkinum, sum eru gjørd byggiklár við Gudmundargøtu. Í næstum verða tey grundstykkini boðin út til tey sum standa á bíðilista, sigur býráðið.

 

Bæði her í Sandavági, og í Miðvági, verða fleiri grundstykki til taks í næstum