Ferðaískoyti hjá tingmonnunum hevur ofta verið fyri hørðum atfinningum, tó uttan at stórt hevur verið gjørt fyri at broyta hetta.
Ein av nývaldu tinglimunum, sum nú fær hendan ágóðan, er Bjarni Hammer av Tvøroyri.
Hann hevur tó heilt ítøkiligar ætlanir fyri, hvat ferðaískoyti skal nýtast til, og tað er ikki bara til at ferðast.
Hann sigur, at hann nú fer at fáa 55.000 krónur um árið fyri at ferðast við Smyrli til Havnar. Tó so, ein ferðaseðil kostar einans 80 krónur. Um vit roknað við stívliga 100 tingdøgum, so er veruligi ferðakostnaðurin um 8.000 krónur.
Ferðaískoyti er tí ómetaliga høgt sett.
- Hatta er eitt markleyst svínari, sum eg hvørki kann, ella vil góðtaka ! Hví skal eg nú fáa tílíkar sersømdir? Eitt er eitt ávíst endurgjald, men eitt so stórt ískoyti til frammanundan góðu tingmannalønina, hoyrir ongastaðni heima, skrivar Bjarni Hammer.
- Verði eg valdur fari eg tí at nýta munin av veruliga ferðakostnaði mínum og hesum kr 55.000,- til eitt jólaborðhald hin 06. desember, har allir mínir veljarar eru vælkomnir ! Takið meg uppá orðið, tykor!
Ok, so gera vit tað. Bjarni Hammer bjóðar til ball 6. desembur, fyri stívliga 50.000 krónur.