Mánadagin landaði Christian í Grótinum umleið 2500 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði, og í gjár - týsdagin - landaði Slættaberg umleið 1400 tons av svartkjafti. Hetta vera helst seinastu svartkjaftalandingarar á hesum sinni.
Fiskiskapurin er minkaður, og svartkjaftakvotan er eisini farin at ganga undan. Teir, sum eru í uppsjóvarvinnuni, vita at siga, at eini 10.000 tons eru eftir av samlaðu svartkjaftakvotuni.
Feløgini, sum eiga Norðborg og Christian í Grótinum, eiga eini 4.000-5.000 tons eftir, og síðan eiga teir, sum eiga Fagraberg og teir, sum eiga Næraberg, eisini nakað eftir av svartkjafti.
Væntandi er tó ikki, at meira verður gjørt við svartkjaftin á hesum vinni. Nær farið verður eftir restini, veldst um fiskiskap og marknað, men hugsandi er, at hetta verður neyvan fyrr enn seint í heyst, kanska í november ella desember.
Eyðun Rasmussen, reiðarin hjá Norðborg og Christiani í Grótinum, sigur, at skipini hjá teimum higartil hava havt eitt rímiliga gott ár.
Hann vísir á, at Norðborg hevur ligið í eina tíð, har ymiskar ábøtur eru gjørdar, og Christian í Grótinum fer nú í dokk í Noregi, har eisini vanligt viðlíkahald skal gerast.
- Vit vænta, at skipini koma at liggja til umleið hálvan juli, tá farið verður at fiska makrel. Síðan er væntandi, at skipini verða á makrelveiði til einaferð í heyst, tá eisini verður farið at fiska sild.
Eyðun Rasmussen sigur, at tað kann vera eitt sindur ymiskt - ár um ár - nær farið verður á sild, men væntandi er, at sildavertíðin byrjar, tá komið er nakað út á heystið.