Nú verður bíligari at ferðast við Strandferðsluni

Næsta ár lækka prísirnir at ferðast við Strandferðsluni

Munurin á prísinum at ferðast við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar, skal útjavnast.

 

Tað er Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum samd um.

 

Bæði samgongan og andstøðan vilja tískil hava, at játtanin til Strandferðsluna verður hækkað tvær milliónir krónur næsta ár.

 

Av teimum skulu 1,5 milliónir brúkast til at lækka prísin á ferðaseðlum við.

 

Fíggjarnevndin sigur, at sostatt fer prísurin at ferðast við Strandferðsluni at lækka 15 prosent næsta ár.

 

Samstundis skal eina hálvmillión brúkast til at bøta um ferðasamdandið til útoyggjarnar.

 

Politikarar hava tosað í fleiri ár um at javntseta prísin á at ferðast við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar og hetta er so eitt stig á leiðini.

 

Og tá ið samgonga og andstøða eru samd um málið, er tað at kalla bara ein avgreiðsluspurningur at tað verður samtykt í Løgtinginum.