Nú verður bíligari at keypa parfumu í Føroyum

Avgjaldið á parfumu, sjampo, baðisápu, og øðrum verður nú strikað

Tað skal vera nógv bíligari at keypa parfumu og aðrar kosmetiskar vørur í Føroyum.

Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann fer nú at leggja uppskot fyri løgtingið um at strika avgjald á parfumu og øðrum kosmetiskum vørum og tað skal koma í gildi nú í summar, tann 1. juli

 

Tað eru punktgjøldini, ætlanin er at strika, og hann sigur, at tað verður strikað á kosmetiskum vørum, men eisini á vanligum gerandisvørum, eitt á sjampo og baðisápu.

 

- Handilsvinnan hevur fleiri ferðir víst á, at gjøldini á hesum vørum eru kappingaravlagandi og at avleiðingin er, at føroyingar heldur keypa slíkar vørur uttanlands, ístaðin fyri í Føroyum.

Ein kanning sum varð gjørd í 2006, vísir staðfestir eisini, at ein stórur partur av teimum, sum keypa parfumu og aðrar slíkar vørur, keypa tað uttanlands, tí tað er ov dýrt í Føroyum.

Men tey siga eisini, at hevði tað verið líka bíligt í Føroyum, høvdu tey eisini heldur keypt tað her.

 

Jørgen Niclasen vísir á, at fyri 10 árum síðani vórðu punktgjøldini á sjónvørpum strikað. Men tað ávirkaði ikki inntøkurnar hjá landskassanum, tvørtur ímóti, tí fólk fóru at keypa fleiri sjónvørp og tískil vaks inntøkan av mvg munandi.

 

Í fjør var inntøkan hjá landskassanum av punktgjøldum av parfumu og slíkum vørum, tríggjar milliónir.

Verður gjaldið tikið av, væntar landsstýrismaðurin, at fólk fara at keypa munandi meiri av slíkum vørum í Føroyum og tí ivast hann ikki í, at inntøkan hjá landskassanum av mvg fer at hækka meiri enn tað, landið missur í punktgjøldum.