Nú verður finalan

Klokkan 20:00 verður finalan um HM leikt á Maracana leikvøllinum í Brasil.

HM endaspælið nærkast nú endanum.

Í kvøld verður HM finalan leikt á Maracana leikvøllinum í Rio De Janeiro. Finalan verður millum Týskland og Argentina. Talan er um eina endurtøku av HM finaluni í 1986 og 1990. Tá vunnu liðini hvør sín dyst. Argentina í 1986, meðan tað sokallaða Vestur Týskland vann í 1990.

Millum aktørarnar í kvøld eru tað fleiri, ið ikki vóru føddir tá tær báðar finalurnar vóru leiktar, seinast fyri 24 árum síðani.

Týskland hevur eitt sterkt kollektiv

Týska liðið er ungt og hevur verið í eini rúkandi menning seinastu árini. Til HM endaspælið í 2010 bergtóku tær nýggju týsku stjørnurnar Mesut Ozil, Thomas Muller, Manuel Neuer og fleiri aðrir, tey flestu. Nú eru teir millum teir berandi leikararnir og tí tykist tað ikki so yvirraskandi fyri fólk, at týska liðið nú er komið til tann størsta fótbóltsdystin, sum eitt land yvirhøvur kann fáa.

Týska spælið hevur verið skiftandi til endaspælið. Í tveimum dystum hevur Týskland rætt og slætt banka mótstøðuliðið av. Tað gjørdu teir í fyrsta dystinum móti Portugal, tá teir vunnu heili 4-0 og tað gjørdu eisini seinast í hálvfinaluni móti Brasil, tá Týskland vann heili 7-1. Aðrar dystir hevur týska liðið verið í trupulleikum. Millum annað í áttandapartsfinaluni móti Algeria, tá Algeria sendi Týskland til longda leiktíð.

Men Týskland hevur eyðsýndar dygdir. Tað er ógvuliga trupult hjá einum vanligum fótbóltsáskoðara at finna nakran serligan veikleika á týska liðnum. Liðið spælir sum ein eind, við einstøkum stórum profilum.

Messi manglar HM steypið

Mótstøðuliðið Argentina hevur tó tann størsta profilin í HM endaspælinum. FC Barcelona leikarin Lionel Messi hevur allatíð verið vónin hjá argentinska fólkinum og fleiri av teimum fyrstu dystunum, var Lionel Messi eisini tann frelsandi eingilin á tí argentinska liðnum. Lionel Messi hevur tó ikki fingið nakað mál í teimum sokallaðu knock-out dystunum. Tí hevur eitt sindur av kritikki verið av Lionel Messi undan finaluni í kvøld.

Lionel Messi hevur verið millum heimsins bestu leikarar tey seinastu mongu árini og mangan hava fólk havt á orðið, at Lionel Messi møguliga kann vera tann besti nakrantíð. Tað einasta, ið fólk hava havt at fílast á, er at Lionel Messi ikki hevur megnað nakað við argentiska landsliðnum, tí tað gjørdi landsmaðurin Diego Maradona.

Í kvøld hevur Lionel Messi tó møguleika fyri at gerast heimsmeistari við Argentina.

Argentinska spælið hevur ikki verið so flótandi undir HM endaspælinum, sum fleiri annars frammanundan høvdu væntað. Argentina hevur spælt við taktiskum skili og hevur millum annað ongantíð verið aftanfyri undir HM endaspælinum í Brasil. Tó bera teir javnan orð, fyri at spæla heldur keðiligan og taktiskan fótbólt.

Argentina hevur vunnið allar dystirnar við einum málið. Einasti dystur teir ikki hava vunnið í vanligari ella longdari leiktíð er hálvfinalan móti Hollandi, tá Argentina vann eftir brotssparkskapping.

Nærum fullmannaðir hópar 

Til dystin í kvøld eru báðir hóparnir so gott sum fullmannaðir. Einasta ivamálið er Real Madrid leikarin hjá Argentina, Angel Di Maria. Hann gjørdist skaddur í fjórðingsfinaluni móti Belgia og spældi tí ikki hálvfinaluna móti Hollandi. Allir hinir leikararnir eru tøkir til dystin og tí fáa vit eisini eitt brak av einari finalu klokkan 20:00.