Nú verður Herjólfur lagdur fyri dagin - siglur ein túr afturat

Tað eru tvær orsøkir til tað

Tað verður einki ferðasamband ímillum Suðuroynna og Havnina tað, sum eftir er av degnum. Herjólfur fór av Krambatanga til Havnar í morgun og hann fer eisini suður aftur nú klokkan tíggju. Men so verður heldur ikki siglt meir í dag. Veðrið er ringt og Strandferðslan sigur, at harafturat rigga stabilisatorarnir á Herjólfi ikki.

 

Tí verða allir túrarnir seinni í dag avlýstir og sostatt fer hann ikki av Krambatanga klokkan tvey í dag og klokkan 10 í kvøld og eyðvitað fer hann so heldur ikki av Havnini klokkan seks í kvøld. Strandferðslan sigur, at tey, sum hava bílagd pláss til fólk og bilar í dag, fáa pengarnar aftur.

 

Tað verður nógvir vindur í dag og í morgin, fyrst av útsynningi og vestri, men so fer hann upp í útnyrðing og vindur verður væl yvir 20 metrar um sekundið í hvirlunum. Enn er kortini óvist, hvussu verður við sigling í morgin.

 

Men sum vit skrivaðu í gjárkvøldið, er Smyril liðugur í dokkini og er nú á veg til Føroyar við fullari ferð. Tey verða væntandi á Krambatanga fyrrapartin í morgin, ella um døgverðatíð, og so verður Smyril settur í sigling. Sostatt  fer hann fyrsta túrin av Krambatanga í annaðkvøld klokkan 18.45.

 

Les meiri um tað her Nú er greitt nær Smyril fer at sigla aftur