Nú verður ikki neyðugt at biðja um loyvi longur

– Annars er tað øgiliga sjáldan, at nakar biðjur um loyvi, sigur landsstýrið

Tey, sum ætla sær at vísa film, skulu fyrst fáa loyvi til tað frá landsstýrinum. Tað merkir, at ætlar onkur sær at hava biograf, skulu tey fáa serligt loyvi til tað frá landsstýrinum.

 

Tað merkir eisini, at ætlar Norðurlandahúsið, Løkshøll, Mentanarhúsið í Fuglafirði, Salt, kommunur, kirkjur, ungdómshús, at visa film, skulu tey fyrst søkja um loyvi til tað.

 

Landsstýrið heldur, at tað er ein óneyðug arbeiðsbyrða at leggja á umsitingina, umframt at tað kann verða eitt slag av sensuri.

 

Tað er nevniliga endamálið hjá Landsstýrinum, at tað skal vera skott ímillum mentanarlívið og politiska valdið.

 

Tí fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avtaka lógina um, at biografar, og onnur vil vilja vísa film alment, skulu søkja um loyvi til tað.

 

Hon vísir eisini á, at tað er ógvuliga sjáldan, at tey, ið vilja vísa film alment, søkja Landsstýrið um um loyvi.

 

Tvørtur ímóti má Landsstýrið venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað frættist um ætlanir um at hava almennar filmssýningar. Tískil er umsitingin á hesum øki eitt sindur tilvildarlig, sigur Sirið Stenberg.

 

Í løtuni eru tveir biografar í landinum, Havnar Bio í Havn og Atlantis Bio í Klaksvík. Men mentanarhús, og onnur, kring landið, vísa eisini film, men tá ið lógin er samtykt,  sleppa tey altso frá at søkja um loyvi til tað.