Nú verður krav at vera í masku í almennu ferðsluni og í handlum í Grønlandi. Eisini verður mark sett fyri, hvussu nógv fólk kunnu verða í eitt nú bussum, kirkjum og handlum.
Tað boðar landsstýrið frá, eftir at fleiri smittutillburðir av covid-19 hava verið seinastu dagarnar.
– Vit hava fingið smittuna aftur til Grønlands við flogferðsluni, og støðan er álvarsom, sigur Múte B. Egede, landsstýrisformaður, sambært Ritzau.
Í løtuni eru 13 fólk smittað við koronu í Gørnlandi, fýra teira fingu staðfest smittuna í gjár.
Lækni hjá landslæknaembætinum segði í gjár, at helst er Delta frábrigdið nú komið til Grønlands.
Nýggju koronutilmælini í Grønlandi eru í fyrsta umfari galdandi til fríggjadagin, men landsstýrisformaður sigur, at tey verða møguliga longd.