Nú verður næsta arkitektakapping um Tjóðleikhúsið

Hon verður um, hvussu sjálvt húsið skal síggja út

 

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður, eftir at mentanarvirðislønirnar vórðu handaðar í Salt á Drelnesi í kvøld.

Jenis av Rana segði, Tórshavnar býráð hevði ynskt at gera eina arkitektakapping um, hvsusu alt økið skal skipast frá Bursatanga út út á havnarlagið, hagar ferðamannskip og farmaskip skulu leggja at í framtíðini.

– Tann arkitektakappingin er liðug, og eg havi frætt, at tey í býráðnum í Havn eru sera væl nøgd við hana, og nú verður farið undir ta næstu kappingina, sum er um júst hvussu sjálvt tjóðleikhúsið skal síggja út. Vit eru so eisini farin undir at skipa endaligu fíggingina, og hvussu hon skal síggja út, segði landsstýrismaðurin.

 

##med2##

– Nú síggi eg fram ímóti degnum, tá vit kunnu handa mentanarvirðislønirnar í okkara nýggja Tjóðleikhúsi, segði Jenis av Rana.

– Tá kunnu vit staðfesta at tað, sum Poul F yrkti um í skaldalagnuni, er ein farin tíð. So føroysk lista- og mentafólk fáa teir karmar og ta virðing, sum tey hava uppiborið, segði Jenis av Rana.