Nú verður nógv verri at fáa enda á verkfallinum

Bæði stjórin í Almannaverkinum, og landsstýrið hava staðfest, hvussu týdningarmikið arbeiðið hjá pedagogunum er

Teir tríggir andstøðuleiðararnir, Ruth Vang, Aksel V. Johannesen, í miðjuni, og Høgni Hoydal, heita á Jørgen Niclasen um at samráðast dag og nátt til ein semja er gjørd

Teir tríggir andstøðuleiðararnir, Ruth Vang, Aksel V. Johannesen, í miðjuni, og Høgni Hoydal, heita á Jørgen Niclasen um at samráðast dag og nátt til ein semja er gjørd

Hetta fer at gera tað munandi verri at fáa ein enda á verkfallinum. Tað siga Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal formaður í Tjóðveldi og Ruth Vang, forkvinna Framsókn, í eini felags áheitan á landsstýrið í dag.

 

Løgtingið er kallað heim í summarfrí fyri at skerja verkfallið hjá pedagogunum og í morgun varð uppskot lagt fyri Løgtingið um at geva Almannaverkinum rætt til at kalla fleiri pedagogar til arbeiðis. Men í andstøðuni halda tey, at hetta er blóðskeiv mannagongd. Tvørtur ímóti heita tey staðiliga á Fíggjamálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at seta seg aftur við samráðingarborðið alt fyri eitt fyri at fáa semju um ein nýggjan sáttmála.

 

– At kalla Løgtingið saman langt áðrenn allir aðrir møguleikar eru troyttir, er ikki virðiligt, siga teir tríggir andstøðuleiðararnir. Tey siga, at pedagogarnir røkja sera týðandi størv, og tí eru tað eisini so nógv, sum eru meint rakt, tá ið verkfall er.

 

– Hvussu týðandi hesi størv eru, hava eisini landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum og stjórin í Almannaverkinum staðfest, tí longu tann fyrsta dagin, verkfall var, boðaðu teir frá, at vandi er fyri lív og heilsu hjá teimum, verkfallið rakar, siga Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang.

 

Tey siga at hendan álvarsama støðan leggur eina sera stóra ábyrgd á landsstýrið fyri at fáa landsstýrismannin í fíggjarmálum at leggja alla orku í at finna eina loysn. Tey halda, at samráðingar eiga at verða nátt og dag til ein loysn fyriliggur. Tað eigur landsstýrið at gera í virðing fyri námfrøðingunum og í virðing fyri øllum teimum, ið verða so meint rakt av verkfallinum, siga tey trý andstøðufólkini.

 

– Landsstýrið hevur á ongan hátt prógvað, at alt er gjørt, sum kann gerast fyri at finna eina semju við Pedagogfelagið, tvørturímóti. At tvinga eina lóg ígjøgnum, ið leggur seg beinleiðis uppí trætuna, fer at gera tað munandi truplari at loysa ósemjuna. Tað kann fáa álvarsamar langtíðarfylgjur og leingja um verkfallið, siga tey trý.

 

Tey siga, at tað er álvarsamt at leggja seg so beinleiðis út í verkfalsrættin, sum landsstýrið gjørdi longu tann fyrsta degi, og tað máar støðið undan fakfeløgunum. Hetta er sostatt eitt álop á alla fakfelagsrørsluna, ið er ein grundsúla undir vælferðarsamfelag okkara, siga tey.

 

Teir tríggir andstøðuleiðararnir, Ruth Vang, Aksel V. Johannesen, í miðjuni, og Høgni Hoydal, heita á Jørgen Niclasen um at samráðast dag og nátt til ein semja er gjørd