Sunnudagurin 31. mai í ár, verður seinasti dagur tað er loyvt børnum og ungum undir 18 ár at fara í solarium. Tað vil Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Í dag hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta forboð fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár, tíð í solarium og lógin kemur í gildi longu tann 1. juni. Í hesum sambandi verður heldur ikki loyvt hjá svimjihøllu og øðrum almennum stovnum hjá landi ella kommunum at selja ungum undir 18 ár, tíð undir solariumsólini.
Er ivi um aldurin, skulu tey ungu vísa samleikaprógv sum prógv fyri aldrinum og tað eru tey, sum hava og reka solarium, sum hava ábyrgdina av, at lógin verður hildin. Lógin fevnir ikki um solariumnýtslu heima við hús til privata nýtslu, tí hon fevnir bert um tey, sum selja solariumsól.
Karsten Hansen hevur leingi ætlað at leggja hetta fyri løgtingið, men higartil hevur Fólkaflokkurin sýtt fyri, at málið hevur verið lagt fram. Men nú hevur Karsten Hansen loksins fingið undirtøku í samgonguni fyri at leggja uppskotið fram. Hetta er eisini eitt av tilmælinum í Krabbameinsætlani, sum varð løgd fram fyri nøkrum árum síðani. Krabbameinsfelagið og Gigni, sum varða av børnum og ungum, taka undir við uppskotinum.
Karsten Hansen sigur, at tað er staðfest, at solariumnýtsla elvir til krabbamein, tí strálurnar verða flokkaðar í hægsta vandabólk yvir evnir, sum eru krabbameinselvandi fyri menniskju. Í sama vandabólki eru eisini onnur sera vandamikil evnir so sum asbest, arsenikk og tubbak.
Tað gera tey tí tað er staðfest, at sólarljós og solarium sól eru vanligastu orsøkirnar til móðurmerkjakrabbamein og húðkrabbamein.
Ein kanning vísir, at hjá teimum, sum brúka solarium áðrenn tey eru 35 ár, veksur vandin fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein, heili 75 %. - Ein svensk-norsk kanning, sum hevur fylgt fleiri enn 100.000 kvinnum í fleiri ár, vísir, at tær kvinnurnar, sum tóku solarium eina ella fleiri ferðir um mánaðin, tá tær vóru 20-29 ár, vóru í 2-3 ferðir størri vanda fyri at fáa móðurmerkjakrabbamein, enn kvinnur, sum ongantíð brúktu solariumsól.
- Tað er vísindaliga staðfest, at jú fyrr, fólk fara at taka sól, tess størri er vandin fyri at fáa krabbamein. Og vandin at fáa krabbamein av solariumsól, er serliga stórur hjá teimum, sum byrja at taka sól, tá tey eru tannáringar ella í tjúgunum.
Ofta verður ført fram, at tað er neyðugt at taka solariumsól fyri at kroppurin kann fáa neyðuga ískoytið av D-vitaminum. - WHO hevur víst á, at hava fólk tørv á at fáa fleiri D-vitaminum, eigur tað at verða gjørt umvegis kostin og ikki við at brúka solariumsól.
|