Nú verður tað kanska dýrari hjá fólki

Útreiðslurnar eru nógv hækkaðar, so tað verður kanska neyðugt

Nú verður tað kanska dýrari hjá fólki at ferðast við bussunum hjá Bygdaleiðum. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt landsstýrismannin, hvussu nógv dýrari, ein ferðaseðil til Bygdaleiðir, verður og um landsstýrismaðurin heldur, at hetta er rætta løtan at hækka prísirnar, samstundis sum aðrir prísir eru nógv hækkaðir.

 

Hendan seinasta spurningin svarar landsstýrismaðurin ikki beinleiðis upp á. Men hann heldur, at Bygdaleiðir veita eina góða tænastu og at tað er bíligt at ferðast. Meginparturin av beinleiðis rakstrinum av Bygdaleiðum, ella umleið 75 prosent, verður fíggjaður av landskassanum.

 

Í sambandi við arbeiðið at dagføra telduskipanini, hækkaðu prísirnir á summum rutum, men tað var eitt mistak og tað varð rætta eftir 36 tímar.

 

Men Uni Rasmussen sigur, at tá ið hugsað verður, at prísirnir á olju, og á øðrum vørum, eru hækkaðir, eiga vit at endurskoða prísirnar á ferðaseðlum við Bygdaleiðum. Hann sigur eisini, at í næstum fer hann at viðgera málið saman við Strandferðsluni.

 

Annars væntar hann, at vit fara at fáa fleiri snartúrar ímillum norðurøkið í landinum, og til Havnar ígjøgnum Eysturoyartunnilin. Samstundis verða eisini aðrar rutir lagaðir til, eitt nú verður arbeitt við at bøta um rutusambandið ímillum norðurøki, vesturøki og suðurøkuð – eisini í sambandi við at Sandoyartunnulin letur upp

 

Men landsstýrismaðurin staðfestir samstundis, at bummgjaldið í Eysturoyartunlinum er ein eyka útreiðsla fyri Strandferðsluna og tí verður tað kanska neyðugt at hækka prísirnar fyri at fáa javnvág í fíggjarlætlanina hjá Bygdaleiðum – eisini í samband við at oljan er dýrkað, og tað eru aðrir prísir eisini.