Nú verður tað nógv skjótari at fáa svar

Hereftir skulu føroyingar, sum venda sær til danskar myndugleikar, bíða nógv styttri eftir svari enn higartil

Nú verða tað í mesta lagi tveir mánaðir at bíða eftir svari, tá ið føroyingar, sum hava pensjónir í Danmark, venda sær til danskar myndugleikar.

 

Seinastu tíðina hevur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkurin, samskift við danska skattamálaráðharran um mannagongdirnar tí hann heldur, at tær eru alt ov stirvnar. Nógvir føroyingar hava eisini pensjónir í Danmark, men tá ið teir venda sær til danskar myndugleikar um síni pensjónsviðurskifti, kundi tað taka heilt upp í eitt ár at fáa svar.

 

Men nú hava skattamyndugleikarnir í Danmark broytt mannagongdirnar, soleiðis at pensjónsviðurskifti hjá føroyingum verða viðgjørd fyri seg, har tær higartil hava verið í bólki saman við øllum øðrum samskifti ímillum borgarar og myndugleikar. Úrslitið av tí er, at nú fer tað í mesta lagi at taka tveir mánaðir at fáa svar.

 

Skipanin hevur verið so stirvin, at tað hevur verið trupult hjá føroyingum, sum hava danskar pensjónir, at leggja pensjónslívið til rættis, tí tað gongur so drúgv tíð at fáa svar – umframt at tað er javnan at tey fáa eykarokningar.

 

Føroyingar, ið hava pensjónir í Danmark, eru fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur føroysk heilsustarvsfólk, umframt fleiri løgreglufólk.