Tímarnar eftir valfráboðanina í dag hava limir í danska flokkinum Vinstra heitt formannin um at boða frá, at hann er valevni til forsætisráðharra
Formaðurin í Venstre, Troels Lund Poulsen, boðar frá, at hann nú er valevni um forsætisráðharri.
Hetta skrivar hann í einum uppslagi á Facebook.
– Eg óttist fyri, at um reyðu flokkarnir við Mette Frederiksen fáa meiriluta, fara teir at yvirhála danir og okkara fyritøkur við nýggjum høgum skatti. Tað verður nógv dýrari at vera dani.
– Tað verður ikki gott fyri búskapin, fyri okkara vælferð og fyri møguleikar okkara at gera íløgur í enn meira trygd og í kjarnuvælferð.
– Tí geri eg meg tøkan at leiða eina ábyrgdarfulla borgarliga stjórn í Danmark. Hetta geri eg, tí politikkur hevur ongantíð havt størri týdning í míni lívstíð, skrivar Troels Lund Poulsen.
Hann leggur afturat, at fyrsta raðfesting hansara er "ein ábyrgdarfull borgarlig stjórn".
Fráboðanin kemur eftir, at forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, útskrivaði val til fólkatingið um middagsleitið.
Troels Lund Poulsen varð síðani spurdur av tíðindafólki, um hann er valevni til forsætisráharrasessin.
Tímarnar eftir heittu ein røð av flokslimum í Vinstra á hann um at stilla upp. Og tað gjørdi hann so í kvøld.
Talan er um vinstratinglimirnar Preben Bang Henriksen og Marlene Ambo-Rasmussen. Tey hava bæði heitt á sín formann um at stilla upp.
Við sínum uppstillingini gerst Troels Lund Poulsen triðja almenna valevnið til forsætisráðharra.
Hini eru Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, og formaðurin í Borgaraflokkinum Lars Boje Mathiesen.
Lars Boje Mathiesen boðað frá síni uppstilling í desember. Hann hevur áður sagt, at hann heldur tað vera "pínligt", at eingin annar frá teimum borgarligu hevur gjørt tað.
Hósdagin, eftir at valið varð útskrivað, segði Mette Frederiksen tað vera undarligt, at blái vongur ikki stillar upp sum forsætisráðharravalevni.
– Tá tú fert eftir hæsta sessi, so mást tú vera erligur um tað. Tað er undarligt, at tú ikki stillar upp við einum kappingarneytavalevni og einum valevni til forsætisráðharra, segði hon við TV 2 News seinnapartin í dag.
Floksleiðarin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, hevur sagt, at hann fegin vil taka uppgávuna á seg, um pílurin peikar á hann. Hann er eisini fúsur at peika á onnur í bláa veingi.
Konservativu og Danski Fólkaflokkurin hava peikað á Troels Lund Poulsen.
Danmarksdemokratarnir vilja hava ein borgarligan forsætisráðharra, men hava enn ikki nevnt ein.
/Ritzau/










