Nú vita vit hvat Hoydalar IKKI skulu brúkast til

Býráðslimur heldur, at tað er svárt at síggja tað liggja myrkt – men onkur býráðslimur stúrdi fyri, hvat tað fór at enda við

Nú eru myndugleikarnir komnir eitt stig nærri í royndunum at finna út av, hvat gamli studentaskúlin í Hoydølum skal brúkast til. Og nú vita vit í hvussu so er eisini, hvat hann ikk skal brúkast til. Í langa tíð hevur verið arbeitt við at gera eitt makaskifti ímillum Landsstýrið og Tórshavnar kommunu, kommunan skuldi yvirtaka gamla studentaskúlan í Hoydølum. Afturfyri skuldi Landsstýrið yvirtaka allan Venjingarskúlan á Frælsinum sum við tí endamáli at leggja tað afturat Fróðskaparsetrinum.

 

Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent av bygningunum á Frælsinum, og Landið eigur hini 60  prosentini. Harumframt eigur Tórshavnar kommuna alla lon 4, ið bygd føst í hinar bygningarnar. Verður makaskiftið veruleiki, kann alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum samlast á einum staði.

 

Samstundis kann umsitingin hjá býráðnum flyta inn í Sjóvinnuhúsið, har Fróðskaparsetrið nú er. Úrslitið at tí verður, at fleiri bygningar í miðbýnum verða tómir, sum so kunnu brúkast til íbúðir og onnur útvend endamál, heldur enn teir bara verða brúktur til skrivstovur, har ljósið verður sløkt klokkan 16.

 

Ein partur av ætlanin er eisini, at eitt stykkið upp á 50.000 fermetrar í Marknagili, sum Kommunan hevur latið Landsstýrinum at byggja Fróðskaparsetur á, skal fella aftur til kommununa.

 

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt ætlanina, men so er eftir at Løgtingið ger tað sama og Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísir á, at tað merkir, at Løgtingið skal játta einar 80 milliónir til at ætlanina og til at umvæla bygningarnar á Frælsinum.

 

Tað verður ein treyt, at bygningarnir á Frælsinum skulu bara brúkast til útbúgving og gransking hjá Fróðskaparsetrinum ella til lestraríbúðir. Samstundis kann Landsstýri eisini seta sum treyt, at gamli studentaskúlin bara verður brúktur til almannagagnligt virksemi og at býráðið ikki skal kunna selja hann aftur.

 

Annars hevur verið frammi um, at gamli studentaskúlin skal brúkast til íbúðir, men tað verður so av ongum, og á býráðsfundi veitti Heðin Mortensen eisin itrygd fyri, at tað fer ikki at henda, tí gamli studentaskúlin skal bara brúkast til endamál, sum almenningurin fær gagn av. Tí helt hann, at býráðslimir skulu ikki brúka meiri tíð upp á at tosa um íbúðir í Hoydølum, tí tað verður av ongum.

 

Annars ásannaði Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, at hon hevði verið nervøs fyri, at gamli stundentaskúlin fór at verða tikin til íbúðir, so hon fegnaðist um, at hann nú skal brúkast til almannagagnlig endamál, har tað verður loyvt hjá øllum at ferðast. Kanska hann hann brúkast til listafólk at húsast í, til kvøldskúla ella barnagarð, helt hon

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, fegnast um at fáa ljós í Hoydalar tí tað er svárt at síggja tað liggja myrkt, og Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað størsta í hesum er, at játtar Løgtingið einar 80 milliónir, er grundarlag fyri at gera ein rættiligan lestrarbýling í Havn.