Hann gjørdi tað púrasta greitt, at ein av høvuðstreytunum fyri eini attraktivari altjóða skipaskráseting er, at manningin ikki rindar skatt. Ein boðskapur, ið ekkóaði millum framløgurnar í Norðurlandahúsinum allan dagin.
Tey árini eg var skipsregistrator, var tað eisini skattamálið, sum oftast var forðingin, ið fekk tey flestu altjóða reiðaríðini at missa áhugan í FAS. Verandi FAS-skipan hevur frá byrjan verið ein afturberingsskipan, manningin rindar skatt og reiðaríið fær eina fíggjarliga afturbering. Síðani FAS-skipanin kom, hava fleiri aktørar leypandi upplýst politikarunum um, at skipanin má betrast, higartil uttan úrslit.
Løgmaður lovar
Løgmaður setti ráðstevnuna og lovaði, at hann fór at lurta eftir og fór at gera tær broytingarnar sum skuldu til fyri at menna FAS-skipanina til eina nýggja føroyska altjóða skipaskráseting.
Løgmaður segði: Føroya landsstýri fer nú at taka tey stigini, ið skulu til fyri at skapa teir neyðugu karmarnar fyri, at shipping- vinnan í Føroyum skal kunna mennast og vaksa. Og tað skal eisini verða mítt lyfti, at FAS-skipanin verður endurskipað, so hon verður kappingarfør og kann stuðla upp undir búskaparligum vøkstri í samfelagnum.
Væleydnaða ráðstevnan um altjóða skipaskráseting endaði við, at ítøkiliga málið skuldi vera, at í 2015 skuldu 500 skip vera í FAS. Spennandi, men kanska enn meira spennandi verður, um løgmaður og hansara ráðharrar fara at halda orð.