Formuladeildin
B36 var greiður favorittur at vinna dystin, tá ið teir vitjaðu á Sevmýri, hóast árstalsfelagið í Havn hevði fingið eina vánaliga byrjan upp á árið við at tapa fyri NSÍ á heimavølli í fyrsta umfarinum. Men tvøramenn, sum eisini fingu eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, prógvaðu, at øll liðini í fremstu deildini kunnu vænta sær ein truplan dyst, tá ið tey vitja á Tvøroyri.
Vælskipað verjuspæl
Tá ið TB vitjaði á Skála í fyrsta umfarinum, var ein av trupulleikunum, at teir ikki stóðu seg nóg væl í verjuni og høvdu hug til at fara ov langt fram. Hetta høvdu tvøramenn arbeitt við undir venjing í vikuni, og tað var týðuligt, at teir høvdu lært av mistøkunum á Skála.
Verjuspælararnir vóru ógvuliga disciplineraðir og lógu tættir í móstøðumonnunum, sum ongantíð fingu fótin fyri seg. Við so royndum monnnum sum brøðrunum Óla og Jón Johannesen, umframt Predrag Zivkovic í verjuni, er lítið at ivast í, at TB hevur rutinuna í lagi í aftastuy ketuni.
B36 hevði fingið afrikanska spælaran Óbi við á liðið, eftir at loyvið hjá honum var komið upp á pláss, og hann mannaði álopið saman við unga Levi Hanssen, sum eisini var nýggur á liðnum í mun til dystin móti NSÍ.
Tað vóru annars gestirnir úr Havn, sum byrjaðu dystin betur, og teir høvdu ein hálvan møguleika tíðliga í dystinum. Mikkjal Thomassen skallaði ein bólt fyri føturnar á Levi Hanssen innan fyri verjuna hjá TB, men ungi álopsmaðurin fekk ikki veruligt skot á bóltin, og tí spurdist einki burturúr.
So líðani tók TB meiri yvir, og heimaliðið hevði nakrar hálvar møguleikar. Mesti vandin var tó á ferð, tá ið TB hevði deyðbóltar, og serliga í sambandi við fríspørk vóru tvøramenn vandamiklir.
Einar tríggjar ferðir fyri steðgin noyddist Jákup Mikkelsen at vísa, hvør dugur er í honum, tá ið ávíkavíst Óli og tvær ferðir Jón Johannesen royndu seg við skotum upp á mál.
Skapa einki
Tað var rættuliga rótut til tíðir, og sjáldan var nakað samanhangandi spæl at síggja. TB royndi fyri ein stóran part at leypa vælmannaða miðvøllin hjá B36 um, men tá ið dystast var á miðvøllinum, arbeiddu teir báðir Alexander Jovevic og Einar Petersen sum hestar á sentrala miðvøllinum hjá TB, har teir dystaðust við so navnframar B36-leikarar sum Fróða Benjaminsen, Inga Højsted og Mikkjal Thomassen.
Tí einu ferðina var eisini um reppið, at tað fór at lukkast hjá TB at seta hol á, men í Jákup Mikkelsen framdi tríggjar fantombjargingar í einum og sama álopi, og trúfastu áskoðararnir hjá TB mundu halda, at málið hjá B36 var gandað.
B36 royndi at trýsta nakað móti endanum av dystinum, men tað gekk sera striltið hjá FM-kandidatunum at spæla seg til nakrar veruligar málmøguleikar.
Tað er ikki nóg mikið hjá teimum at umbera seg við, at teir ikki hava nakrar beinleiðis áleyparar, tí ein áleypari skal eisini hava eitt sindur at arbeiða við, og hesum haltar tað eisini við hjá havnarliðnum.
Gamaní trekti TB alt fólk aftur um bóltin, hvørja ferð B36 var í álopi, men framvegis hevur árstalsfelagið so mikið gott fólk, at tað eigur at bera til at bróta verjumúrin hjá mótstøðumonnunum.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað veruliga er farið at merkjast hjá B36, at felagið seinastu tvey árini hevur mist bæði John Petersen og Jákup á Borg, tí saknurin í teimum báðum er svárur.
Komandi sunnudagin skal B36 aftur royna seg á heimavølli í Gundadali, tá ið EB/Streymur kemur á vitjan, og tað kann gerast ein trupul dystur, tí sundalagsmenn eru vælskipaðir í verjupartinum.
TB skal sunnudagin inn í Eysturoynna, har teir skulu runavíkingar, og tað kann gerast ein ógvuliga torfør uppgáva, tí NSÍ er sterkt á heimavølli.