Í ár hevur føroyskur tónleikur átt toppin á 15 teimum bestu, serliga eru tað Høgni Lisberg og The Dreams, sum hava dominerað listanum.
The Dreams lógu í 11 vikur á ovastu rók á 15 teimum bestu við lagnum Sasa Sa, Sa, nú er bólkurin aftur ovast á listanum hesaferð við Terja lagnum Nummar.
Tað var Nephew við Igen & Igen &, ið endaliga beindi fyri Sasa Sa, Sa, sum oddalagið, og tí er tað ivaleyst hóskandi, at tað er júst hetta lag, sum liggur á øðrum plássi, nú The Dreams aftur leggja seg á odda.
Hóast Týr hava klára seg sera væl á listanum við lagnum Wings Of Time, ið lá á øðrum plássi í síðstu viku, so gerst tað ikki til meira enn eitt triðja pláss hesa vikuna. Nýggjasta lagið hjá Teiti á listanum, vakra balladan Don’t Want You To Wake Up, kemur beint inn á eitt 8. pláss. Meðan ársins singer/songwriter Jensins Olsen og Just Because kemur inn á 11. pláss.
Niðasta føroyska lagið á listanum er við Lailu Hansen & Arnfríð Lützen, Don’t Just Wanna Be, ið var heilt ovarliga á listanum fyrstu vikurnar, vísir seg bert at vera eitt upplop, eftir einans 4 vikur á listanum er lagið dottið niður á 14. pláss.
Av eykaløgunum er eisini eitt føroyskt lag sloppið upp í part. Lagið hjá Villmonnum og Rasmusi Rasmussen Kvølur sleppur hesa vikuna at royna seg.
1 The Dreams / Nummar
2 Nephew / Igen & Igen &
3 Týr / Wings Of Time
4 Justin Timberlake / My Love
5 Panic! At the Disco / I Write Sins Not Tragedies
6 My Chemical Romance / Welcome To The Black Parade
7 Scissor Sisters / I Don´t Feel Like Dancing
8 Teitur / Don´t Want You To Wake Up
9 Justin Timberlake / SexyBack
10 The Killers / When You Were Young
11 Jensina Olsen / Just Because
12 U2 & Green Day / The Saints Are...
13 The Pussycat Dolls / I Don´t need...
14 Laila Hansen & Arnfríð Lutzen / Don’t Just Wanna Be
15 Europe / Always The Pretenders
(e) US5 / In The Club
(e) Queen Vs. The Miami Project /Another One Bites the Dust
(e) Nylon / Closer
(e) Jibbs feat. Chamillionaire / King Kong
(e) Villmenn / Kvølur