– Eg eri sera glaður fyri, at eg fekk hol á aftur málskjótingina. Av teimum fyrstu níggju málunum, vit fingu, skjeyt eg tey átta, men síðani hevur staðið fast. Tíbetur skutu hinir málini, sum skuldu til, so vit fingu allíkavæl tað, vit skuldu hava.
Tað segði toppskjúttin, Christian Høgni Jacobsen, eftir dystin ímóti Víkingi mikukvøldið, tá hann við tveimum málum fekk endað málturkin hjá sær, samstundis sum NSÍ vann áttandu ferð á rað og tískil hevur tikið oddasessin frá HB. Og júst tey bæði liðini møtast við Løkin í Runavík í morgin.
– Tað verður ein stórdystur, sum óivað verður spennandi. Vit gleða okkum til at taka ímóti HB, og av tí at hetta er stevnudystur, verður helst nógv fólk til dystin eisini, sigur Christian Høgni.
NSÍ kom tíðliga á odda í dystinum í Sarpugerði, tá Klæmint A. Olsen við høvdinum stýrdi einum innkasti í mál, men mitt í fyrra hálvleiki javnaði Sølvi Vatnhamar fyri Víking, somuleiðis við einum skallara. Men 10 minuttir fyri hálvleik var Christian Høgni á blettinum fyrru ferðina, eftir at NSÍ við fleiri sendingum hevði spælt verjuna hjá Víkingi sundur og saman inni í brotsteiginum.
Frustrerandi
Ta longu fyrstu løtuna av seinna hálvleiki kundi NSÍ saktans fingið fleiri mál og avgjørt dystin, men í staðin kom Víkingur so líðandi meira við og kom við einum sjálvmáli upp á javnleik, tá smáir 10 minuttir vóru eftir. Men fimm minuttir fyri tíð streyk Heðin av Lakjuni avstað og sendi innfyri til Christian Høgna, sum tryggur staðfesti 3-2 sigurin hjá teimum gulu.
– Vit noyðast bara at viðurkenna, at vit eru at kalla í kreppu. At vit ikki hava vunnið í ein mánað ella meira, er ræðuligt, men so mugu vit bara royna at hála okkum uppaftur. Tað fara vit eisini at gera, so nú gleða vit okkum til at spæla ímóti EB/Streymi við Margáir sunnudagin, sigur liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclassen, sum heldur, at dysturin ímóti NSÍ var ikki sørt merktur av, at liðini høvdu ymsar fortreytir, nú tey møttust.
– Teir komu fullir av sjálvsáliti til Gøtu, meðan vit eru meira krúpandi fyri tíðina. Tað sæst aftur á spælinum, tí teir skora upp á lítið og lætt, meðan vit skulu arbeiða øgiliga hart, bara fyri at halda málið reint og at fáa mál. Og sjálvt um vit berja okkum upp á javnt, so vit kunnu fáa eitt stig aftur, klára vit ikki at halda tað, og tað er øgiliga frustrerandi, heldur Niclas.