Kendi danski vinnulívsmaðurin Niels Due Jensen hevur ikki álit á Naser Khader sum politiskum leiðara Niels Due Jensen, sum er nevndarformaður í stórfyritøkuni Grundfos, og sum hevur verið ein av fremstu stuðlunum hjá Ny Allaince, sigur nú, at flokkinum er ikki lív lagað við Naser Khader sum formanni.
-Ætlanin var, at Ny Alliance skuldi vera ein borgarligur, liberalur flokkur, sum skuldi gera enda á blokkpolitikkinum. Men flokkurin endaði sum ískoyti hjá stjórnini, og tað harmar veljararnar, sigur Niels Due Jensen við Midtjyllands Avis.
Hann sigur seg ivast í, at flokkurin heldur til ta kreppuna, sum hann nú er í. Skal tað eydnast, má tann ovasta leiðslan skiftast, sigur Niels Due Jensen.
-Flokkinum er ikki lív lagað við Naser Khader sum formanni. Hann er ikki nakar sterkur politiskur leiðari og hevur stórar trupulleikar í tí politiska orðaskiftinum, sigur Niels Due Jensen.