Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvøroyri, er tikin út til danska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla fyrstu dystirnar í nýggjari HM-undankapping. Marc Nygaard hevur áður spælt á landsliðnum, men tað eru liðin seks ár, síðani hann seinast varð úttikin. Nú hevur Marc Nygaard gjørt um seg í álopinum hjá danska felagnum Randers, og tað hevur sannført Morten Olsen um, at Nygaard hoyrir heima á landsliðnum.