Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 30. mai varð samtykt at taka av tilboði frá Sp/f HD-EL við Hans Arna Davidsen at veita nýggj ljós til vøllin á Svangaskarði.
- Í morgun varð so arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Hans Arni Davdisen, stjóri, undirskrivaði fyri Sp/f HD-EL.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.
Sagt verður, at Jóhan Magnus Gunrim frá SMJ hevur ráðgivið, og Henning Olsen frá Teknistovuni í Gøtu hevur byggileiðsluna.
- Verkfrøðingafyritøkan Spenn hevur teknað og gjørt eina kostnaðarmeting av fundamentunum.
Í Nes kommunu siga tey, at arbeiðið við fundamentunum verður boðið út millum nakrar arbeiðstakarar fyrsta dagin.
- Eftir ætlan verða nýggju ljósini við vøllin á Svangaskarði tikin í nýtslu um mánaðarskiftið august/september 2023, verður lagt aftrat.