Nýggi Akraberg fer beint til fiskiskap

Nýggi flakatrolarin, Akraberg, sum Framherji í Fuglafirði letur byggja á Vard í Noregi, verður latin eigarunum hin 30. juni.

 

Soleiðis fer nýggi Akraberg at síggja út. Hann er 84 metrar langur og slakar 17 metrar breiður.

Gamli Akraberg er seldur og hevur tverið sín seinasta túr fyri Framherja í Barentshavinum. Byggingin av nýggja skipinum hevur gingið væl. Skrokkurin kom úr Rumenia fyrst í januar í ár og til Noregs, og nú líður móti endanum. 

 

- Vit eru ógvuliga spent, tí hetta verður okkara fyrsti nýbygningur.

Tað sigur Elisabeth Eldevig Olsen hjá Framherja í Fuglafirði. 

 

Hon ásannar, at góða gongdin hjá felagnum hevði ikki borið til uttan nógv og góð fólk, og tað er júst hetta, sum eyðkennir manningar og starvsfólk hjá Framherja.

- Einsamallur gert tú einki, og hetta hevði ikki borið til uttan øll hesi fólk. Vit hava dugnaligar og trúgvar manningar umborð á okkara skipum, og soleiðis er eisini í umsitingarpartinum. 

Elisabeth vísir á, at roynt verður at seta nýtt við og at fáa ungar kreftir umborð, men lítil útskifting er, og eingin verður koyrdur í land. 

 

- Nýggja skipið fer beint av skipasmiðjuni í Noregi og til fiskiskap í Barentshavinum, og longu nú eru nakrir av manningini farnir yvir at rigga til, sigur hon. 

 

Manningin á nýggja skipinum verður hin sama sum við gamla Akrabergi.

 

- Við skipinum hvønn túrin verða 24 mans, men 48 verða knýttir at skipinum. Soleiðis eru menninir umborð í ein túr - og so heima í ein. Hetta er ein skipan, sum vit hava havt í nøkur ár, og hon hevur riggað væl.

 

##med2##

 

Tá Akraberg fer beint til fiskiskap, verður manningin flogin yvir til Noregs, tá tíðin nærkast.

Spurd, hvussu tað fer at gangast at fiska kvotuna, sum Framherji eigur í Barentshavinum, nú gamli Akraberg ikki ger nakran túr aftrat, sigur Elisabeth Eldevig Olsen:

- Akraberg hevur fiskað væl tað, ið farið er av hesum árinum, og tí vænti eg ikki, at tað verður nakar trupulleiki, tá nýggi Akraberg longu verður klárur tíðliga í summar, sigur hon.

 

Nú nýggja verksmiðjuskipið hjá Framherja skjótt verður liðugt, er greitt, at navnið Akraberg FD10 fer at liva víðari á nýbygninginum.

 

- Tað var meira av tilvild, at Akraberg í sínari tíð gjørdist navnið. Flestu skip í Barentshavinum høvdu líka sum -berg til “eftirnavn”, og vit leitaðu so eisini eftir einum navni, ið minti um hini nøvnini. 

 

Elisabeth Eldevig Olsen sigur, at tá tey so duttu á navnið, Akraberg, hildu tey, at hetta fall væl í oyruni.

- So, vit fara ikki at broyta navnið, nú nýggja skipið kemur í føroyska fiskiskipaflotan, sigur hon. 

 

Kríggið í Ukraina fyllir sjálvsagt nógv, og tað er ikki sørt, at tað órógvar.

- Jú, hetta er sjálvsagt nakað, vit hugsa um og sum vit eiga at hugsa um, serliga við atliti til tær lagnur, sum krígsførslan hevur við sær. Higartil í ár hevur Akraberg bara fiskað í norskum sjógvi, og hetta er, sum tað plagar at vera. 

 

Hon vísir á, at seinna hálva av árinum vanliga er í russiskum sjógvi.

 

- Vit hava ábyrgd av manningini, og vit hava ábyrgd av skipinum, og í løtuni er trupult at siga, um kríggið fer at fáa nakra ávirkan á møguleikarnar í russiskum sjógvi, men tað vóna tey sjálvsagt ikki.

 

Elisabeth Eldevig Olsen sigur, at toskastovnurin, sum Akraberg fiskar av í Barentshavinum, gýtir við Lofoten, og síðan er fiskurin í norskum sjógvi í fyrru hálvu av árinum.

- Sum tíðin gongur, fer toskurin í russiskan sjógv at fita seg, og hetta er sambært fiskifrøðingum sami stovnur, sum gýtir við Lofoten og sum í fyrru hálvu verður veiddur í norskum sjógvi, sigur hon. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum hesaferð kom hósdagin, er serblað um vinnu, og hesaferð verður dentur lagdur á sjóvinnu í breiðari merking. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.

 

 

 

Soleiðis fer nýggi Akraberg at síggja út. Hann er 84 metrar langur og slakar 17 metrar breiður.

- Hetta hevði ikki borið til uttan góð og dugnalig fólk, sigur Elisabeth Eldevig Olsen