Nýggi aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, gevur Kina eina greiða ávaring. Á sínum fyrsta tíðindafundi sum nýggjur aðalskrivari í NATO sigur Rutte:
- Við sínum stuðli til hernaðarídnaðin í Russlandi er Kina vorðið ein avgerandi katalysatorur fyri kríggið hjá Russlandi í Ukraina.
- Kina kann ikki halda fram við at elva til størsta ófriðin í Evropa síðani seinna heimsbardaga, uttan at tað ávirkar áhugamál og umdømi hjá Kina, sigur Mark Rutte.
Hann vísir á, at Kina veitir Russlandi mikroelektronikk, rávørur og sokallaðar dupultnýtsluvørur. Hetta merkir vørur, sum kunnu brúkast til bæði sivil og hernaðarlig endamál.
Rutte greiðir ikki nærri frá, hvørjar ítøkiligar avleiðingar tað kann hava fyri "áhugamál og umdømi" hjá Kina. Men í fráboðanini verður dentur lagdur á, at NATO hevur skerpt munandi fokusið á Kina seinastu tvey árini.
Mark Rutte loysir av Jens Stoltenberg sum aðalskrivari í Nato.
Spurningur: Er ein reyð linja fyri stuðlinum hjá Russlandi til Kina, sum fer at elva til eitt sterkt svar frá NATO?
- Trupulleikin við Kina er, at tað er ein katalysatorur fyri álopsstríðnum hjá Putin.
- Sjálvur vitjaði eg í Kina í mars í mínum fyrrverandi leiki sum forsætisráðharri, og eg segði við kinesisku leiðsluna, at eg skilji ikki, hví tey hótta okkum við at stuðla Russlandi.
- Tað verður neyðugt at steðga. Eg vil ikki geva nakað ávíst svar uppá spurningin (um reyðar linjur, red.) nú, men tað er eyðsæð, at tað er eitt mál, vit standa fyri, sigur Rutte.
Á tíðindafundinum leggur nýggi aðalskrivarin í NATO dent á, at sum eina av sínum týdningarmestu raðfestingum fer hann at styrkja samstarvið hjá NATO við samstarvslondini. Hann nevnir serliga samstarvslondini í Fjareystri rundan um Kina.
Sokallaðu samstarvsfelagarnir hjá NATO í Indo Pacific eru longu farnir at luttaka á toppfundunum hjá NATO. Tey fýra londini eru Japan, Suðurkorea, Avstralia og Nýsæland.
Í kjalarvørrinum av hergerðini hjá Kina og hóttanum móti millum annað Taiwan eru tey fýra londini farin at arbeiða alsamt tættari saman við Nato.
- Eg veit, at tað er ovalaga á skránni í øllum fýra londunum. Tey merkja, at tað er ein samleiki við Nato ímóti teimum alheims hóttanum, sum vit standa fyri, sigur Mark Rutte.
Hann fer tó at bíða eftir samráðingum við tey fýra londini og leiðararnar í NATO-londunum, áðrenn hann ítøkiliga fer í smálutir um, hvussu samstarvið kann styrkjast.
/Ritzau/