- Nýggir bátar koma til landið í staðin fyri hinar. Tað lovar Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd. Løgreglan hevur sum kunnugt lagt hald á tríggjar av skjóttgangandi bátunum hjá felagsskapinum, og hetta hevur sum vera man avmarkað møguleikan hjá hvalaverndarfelagsskapinum at sita á varðhaldi.
Í tíðindaskrivi í gjár fegnast Paul Watson annars um dagin í rættinum.
- Sakin móti teimum seks er ikki serliga sterk, so vit hava góðar vónir um úrskurðin, sigur hann.
Hann gleðist eisini um, at hóast hesi seks eru í rættinum, so heldur Operation Grindstop áframm við fullari styrki. Øll varðhaldini á landi vóru mannaði, meðan Brigitte Bardot, Thor, Spitfire og Columbus eisini vóru á varðhaldi á sjógvi.