Nýggir mans við frá byrjan

Venjingarnar hjá landsliðnum benda á, at onkrir nýggir mans verða við frá byrjan

Føroyska landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til landsdystin móti Finnlandi, sum verður sunnukvøldið á Tórsvølli. Aftur í dag hevur landsliðið verið og vant á Tórsvølli. Venjingin gav aftur nakrar ábendingar um hvussu liðið kemur at síggja út.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið á Rás2 mannaði landsliðið

 

Við venjingunum, innanhýsis landsdystinum og tí tosinum, sum er rundan um landsliðið, so tykist at Róaldur Jakobsen og Gilli Sørensen verða við frá byrjan. Róaldur á miðjuni og Gilli Sørensen á høgra vongi, meðan Christian L. Holst verður á vinstra vongi.

 

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar trúgva als ikki upp á Føroyar

 

Sonni Ragnar Nattestad og Róaldur Jakobsen hava smærri snuddir og valdu at gevast stutt fyri venjing. Róaldur Jakobsen er eymur í lærkrikanum, meðan Sonni Ragnar hevur ilt knænum.

 

Ein fyribils meting sær soleiðis út:

 

Føroyar: 4-2-3-1

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Jóhan Troest Davidsen(Í kapping við Sonna Ragnari Nattestad), Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Róaldur Jakobsen – Christian L. Holst, Hallur Hansson, Gilli Sørensen – Páll Klettskarð(Jóan Símun Edmundsson)