Nýggir U-landsliðsvenjarar

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007, boðar Hondbóltssambandið frá

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Kristinn Guðmundsson er úr Íslandi og er eisini venjari hjá EB. Kristinn hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi.

 

Mark Lausen-Marcher er í løtuni venjari hjá føroyska U21-manslandsliðnum og kemur at hava teir til og við HM2023. Hann nú eisini at hava ábyrgdina av yngsta U06-manslandsliðnum.

 

U06 menninir skulu spæla European Open í Gøteborg komandi summar, í tíðarskeiðnum 3. til 7. juli.