Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út mánadagin

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta koma út mánadagin, 20. september 2021

 

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Covid-19, list eftir Ingálv av Reyni og biskupskápur.

 

Covid-19 og ILA í Føroyum

 

Tann 4. mars í 2020, varð Covid-19 smittan staðfest í Føroyum á fyrsta sinni, og fyrstu dagarnar øktist talið av smittaðum í stórum. Frímerkið lýsir hvussu kanningarútgerð til kanning av laksi fyri ILA bleiv tillagað, so hon kundi nýtast til at kanna fólk fyri Covid-19. Meðan umheimurin stríddist við at fáa kanningarorku og -hættir at virka, høvdu føroyingar longu eitt munadygt og munandi bíligari kanningarvirksemi koyrandi. Edward Fuglø teknaði.

 

List eftir Ingálv av Reyni

 

Tann 18. desember í 2020 vóru hundrað ár liðin síðani listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) varð føddur. Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast. Ein listamaður, sum alla sína drúgvu virkisleið helt á við at bjóða sær sjálvum av og sum hervið skapti eitt lívsverk av ómissandi týdningi fyri føroyska list. Frímerkini vísa málningarnar “Tinganes” frá 1947 og “Gjøgnum tíð og rúmdir” frá 2002.

 

Í sambandi við 150 ára føðingardagin hjá Posta hava vit gjørt vøkur serprent av føroyskum frímerkjum, og júst frímerkið av Tinganesi er eitt av hesum. Tað fæst sum serprent í plakatstødd (40x30 cm) – sí úrvalið her.

 

Biskupskápur

 

Kirkjuklæðini hjá presti og biskupi fylgja teimum liturgisku litunum í kirkjuárinum og knýta seg eisini at kirkjuligu hátíðunum og halgidøgunum. Biskupskápuna brúkar biskupur til serlig høvi, t.d. til prestavígslur, tá ið kirkjur fylla, á ólavsøku, til hátíðardagar í kirkjuni, og tá ið biskupur tekur lut í kirkjuligum hátíðarhaldi uttanlands. Føroya biskupur hevur tríggjar biskupskápur í ymsum litum at velja ímillum, eina hvíta, eina grøna og eina gylta.

 

Posta hevur valt at vísa ta hvítu (1963) og ta gyltu biskupskápuna (2013) á frímerkjunum.

 

Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##