Kannað verður eftir, hvussu stórir skaðarnir eru, sum háhúsið í Moskva hevur fingið í nátt. Eina løtu í nátt varð altjóða floghavnin í Moskva, Vnukovo, stongd fyri komum og fráferðum.

Nýggj álop í nátt á háhús í Moskva

- Ein av dronunum rakti sama háhús í Moskva í nátt, sum eisini varð rakt í síðstu viku, sigur borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum, Sergei Sobyanin.

Kannað verður eftir, hvussu stórir skaðarnir eru, sum háhúsið í Moskva hevur fingið í nátt. Eina løtu í nátt varð altjóða floghavnin í Moskva, Vnukovo, stongd fyri komum og fráferðum.

Aftur í nátt hava dronur rakt háhús í russiska høvuðsstaðnum, Moskva. 

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Sergei Sobyanin, á Telegram í nátt.

 

Hann leggur aftrat, at russiskar loftverjuskipanir hava skotið niður dronur, sum vóru ávegis móti Moskva.

 

- Men, ein av dronunum rakti sama háhús, sum eisini varð rakt í síðstu viku, sigur borgarstjórin.

 

Við russiskar miðlar sigur Sergei Sobyanin í nátt, at talan er um eina spreinging í 17. hædd í einum háhúsum.

 

Einki verður sagt um, hvat slag av háhúsi, talan er um, ei heldur, um nakar er løstaður - ella hevur latið lív - í álopinum.

 

Sambært tíðindastovuni Tass hevur altjóða floghavnin í Moskva, Vnukovo, verið stongd fyri komum og fráferðum eina løtu í nátt.

 

Seinni eru fráboðanir komnar um, at floghavnin er latin uppaftur.

 

Ukrainski forsetin hevur um dagarnar sagt, at nú kemur kríggið eisini til Russlands.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at russisk dronuálop eisini hava verið á næst størsta bý í Ukraina, Kharkiv, í nátt.

 

##med2##

 

 

 

Kannað verður eftir, hvussu stórir skaðarnir eru, sum háhúsið í Moskva hevur fingið í nátt. Eina løtu í nátt varð altjóða floghavnin í Moskva, Vnukovo, stongd fyri komum og fráferðum.

Soleiðis sá út, tá dronur herfyru raktu háhús í Moskva.