Sunda kommuna hevur sett Jógvan Petur Emilsson í starv sum skúlavørð í Skúlanum við Streymin, Dagny Hellisdal er byrjað í skrivstovulæru á kommunuskrivstovuni, og Petur Jacobsen er settur í starv sum málsviðgeri á teknisku deild.
Tað vita tey í Sunda kommunu at siga í dag.
Jógvan Petur Emilsson er 40 ára gamal og búsitandi á Langasandi. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og hevur seinastu 12 árini arbeitt hjá Norðsetur.
- Jógvan Petur tekur yvir eftir Terja Johannesen, sum beint fyri summarfrítíðina fór frá, eftir at hava verið í starvinum í 19 ár.
Dagny Hellisdal er 32 ára gomul og búsitandi við Norðskála.
- Dagny hevur í longri tíð ynskt sær eina skrivstovuútbúgving, og sum mamma at fýra børnum - í og undir skúlaaldur - fegnast hon um, at hon fær møguleikan at nema sær útbúgvingina í nærumhvørvinum.
Petur Jacobsen er 34 ára gamal og útbúgvin byggifrøðingur. Hann hevur starvast bæði á ráðgevarafyritøku og á stórum sum smáðum byggiplássum.
- Petur hevur drúgvar royndir innan GPS landmáting, brunakrøv, tekniskar installatiónir og bygging.
Í Sunda kommunu ynskja tey nýggju starvsfólkunum vælkomnum.