Nú er ein nýggj app gjørd til fartelefonir sum gera tað nógv lættari hjá fólki at halda eyga við móðurmerkjum, og at uppdaga broytingar í húðini
Talan er um appina, Skinscan, sum er gjørd til snildfonir, og við henni er nógv lættari at eygleiða, um móðurmerki broytast, og tað bøtir so aftur munandi um útlitini fyri at fara til lækna í góðari tíð, sigur Apotekið á síni heimasíðu.
Verður krabbamein í móðurmerkjum uppdagað, og viðgjørd tíðliga, lekjast 95 prosent av sjúklingunum. Men verður krabbin funnin seint, eru tað bara trý prosent, sum lekjast.
Apotekið sigur, at App´in skannar móðurmerki, har hon skrásetir støddina, litin og skapið á móðurmerkinum, og síðani verður myndin samanborin við myndir í einum dátugrunni.
Er móðurmerkið illgrunasamt, verður mælt til at at venda sær til læknan fyri at fáa tað kanna gjøllari, tí tað er bsara læknin, sum kann gera av, um talan er um eitt illkynjað móðurmerki, ella ikki, sigur Apotekið.