info
Ongi úrslit

Nýggj avbjóðing hjá Trygva og Pálli

B68 hevur í fýra mánaðir fyrireikað seg til avbjóðingina, sum tað í dag verður farið undir

info
Jóannes Hansen
6. mars 2016 kl. 10:39
Tað verður nógv nýtt í báðum legunum, tá ið AB seinnapartin tekur ímóti B68 í fyrsta umfari í Effodeildini. Kári J. á Høvdanum fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 15. Tað er turt og stilt, og sólin skínur oman og niðan. Hitin liggur um frostmarkið, og tí er spurningurin, um vøllurin verður hálur at spæla á. Avgerandi er, um sólin sleppur framat. Tað ger hon nú, og forsøgnirnar siga, at tað fer hon at gera í allan dag. Trygvi Mortensen er nýggjur venjari á Argjum, har útskiftingin í spælarahópinum hevur verið heilt stór. Ellivu spælarar ella eitt heilt lið er farið síðani í fjør, og næstan eins nógvir eru lagstiftrat. Trygvi Mortensen er nýggjur venjari á Argjum. Undanfarnu árini hevur hann vant NSÍ, sum í fjør vann silvur, og sum hevur havt mest sum somu manning í fleiri ár: -Á Argjum er talan um nýggjan leiklut. Her hava verið nógvar skiftingar, og fleiri spælarar, sum tað hevur verið roknað nógv við, eru skaddir. Vit hava fingið onkrar aftrat nú fram ímóti kappingarbyrjan, og vit síggja positivt uppá tað. Setningurin er at vinna stig, og tað fara vit at stríðast fyri at gera, sigur AB venjarin. Á skaðalistanum er á Argjum eru Gert Drangastein, Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen. AB og B68 verða av nógvum roknað millum tvey av liðunum, sum fara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður. Tí kann tað fara at vísa seg at verða ógvuliga týdningarmikið, hvussu tað seinnapartin fer at spæla av. Eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini er B68 aftur millum tey fremstu. Páll Guðlaugsson er nýggjur venjari. Hann og spælararnir hava vant nógv síðani fyrst í november, og teir eru ógvuliga spentir, nú tað er álvari, og stig standa upp á spæl. Millum fleiri nýggjar spælarar á Svangaskarði eru spaniumenninir Pedro og Carlos: -Málið er at tryggja B68 plássið í bestu deildini. Dreymurin er at spæla í Europa. Vit vóna, at tað fer at eydnast við B68, siga spaniumenninir á Toftum. N68 spælararnir Ivan Joensen og Kristian Anton Andreasen eru skaddir.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

18 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

NOY – festarin í Kollafirði fær ikki eina krónu!

2 tímar síðan
Hondbóltur

Trygvi og liðfelagarnir máttu lúta fyri Afturelding

2 tímar síðan
Fótbóltur

Øll úrslitini frá Europa League og Conference League

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

3 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum var fyri fyrsta stigamissinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heiður til ungan LGBT+ drong

4 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

4 tímar síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

5 tímar síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

5 tímar síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

6 tímar síðan