Hans Andrias skrivar soleiðis í innganginum:
- Heitið á bókini – Frá Kuwait til Kyiv – sipar til tíðarskeiðið og samanhangin í heimspolitikki, sum bókin fevnir um. Tíðarskeiðið byrjaði í 1990, tá ið kalda kríggið endaði og irakiski herurin varð sendur inn í Kuwait, og tað endar í 2022, tá russiski herurin varð sendur inn í Ukraina móti høvuðsstaðnum Kyiv. Hetta 32 ára langa tíðarskeiðið byrjaði í 1990 við bjartskygni eftir kalda kríggið, men endaði við svartskygni við russisku innrásini í Ukraina í 2022.
Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina.
Bókin er góðar 400 síður og fer at kosta 380 kr. í bókabúðunum. Í sambandi við útgávuna verður útgávutiltak. Tíð og stað verður lýst seinni.