Nýggj bók um Gasolin’ ávegis

Í bókini sigur Franz Beckerlee, guitarleikari, at tað var gandakent, tá hann, Kim og Wili hittust. Sum um gudarnir tveittu ein svávulpinn í eina krúttunnu.

Í november eru 50 ár liðin, síðani danski tónleikabólkurin Gasolin’ gav fyrstu útgávu sína út.

 

Bøkur eru skrivaðar um henda, ein hin kendasta bólkin í Danmark nakrantíð, og nú er enn ein bók ávegis um bólkin. Hon hevur heitið Gasolin’ – Gudernes vilje

 

Í bókini eru stóru spurningarnir, hvat tað var, ið so at siga “skapti” Gasolin’, og hvat ger, at sangirnir hava hildið so longi?

 

Í bókini sigur Franz Beckerlee, guitarleikari, at tað var gandakent, tá hann, Kim og Wili hittust. Sum um gudarnir tveittu ein svávulpinn í eina krúttunnu. Gasolin’ – var gudanna vilji, metir Beckerlee.

 

Brot úr fleiri enn 1000 samrøðum við fólk, ið vóru kring Franz Beckerlee, Søren Berlev, Wili Jønsson og Kim Larsen í tíðini, tá bólkurin var virkin frá 1969 til 1978.

 

Høvundarnir, ið hava tikið stig til bokina, eru Jacob Wendt Jensen og Niels Ole Baadsgaard.

 

Bókin kemur út 2. november. Politikens Forlag gevur út.