Nýggj fløga: Eftir Klaksvíksvegnum við Steintóri

Nakað so sjáldsamt sum ein nýggj fløga er komin út í dag – Eftir Klaksvíksvegum – við Steintór Rasmussen

– Hetta eru míni heimagjørdu løg. Møguleikar og meiningar.

 

Soleiðis skrivar fjøllistamaðurin Steintór Rasmussen í snotuliga fløguhúsanum, sum Grafia í Klaksvík hevur gjørt.

 

Og Steintór skrivar víðari:

 

Millum songfulgar og tónleikarar. Frá studio til studio. Tey gomlu ljóðførini. Tann nýggja tøknin. Musikalsk oyru og kønar hendur. Ein spennandi tilgongd.

 

Alt byrjaði í hægstu koronatíð, tá vit fingu nakrar hugnaligar og produktivar løtur í Mike Studio. Um somu tíð legði Erik Bisopstø seinastu hond á nakrar nýggjar sangir, sum eg hevði skrivað. Kanska fór hetta at røkka til eina nýggja útgávu.

 

Boð vóru eftir Sir Hansen, kósin til Nólsoyar varð sett. Terji Rasmussen kom við sínum íblásandi vertskapi. Kim sat tryggur handan tangentarnar. Eyðun tók guitarina. Støðið varð lagt. Sangir tóku skap. Í Tanggard Studio vóru fyrstu basstónarnir tiknir. Og til endast alt slagverkið spælt.

 

##med3##

 

Tónleikagrundin varð laðað í Bloch Studio í Havn. Kim var byggimeistarin og legði eisini strúkararnar til rættis. Meðan Vinjar Petersen og Baldur Meitel stýrdu tekniska partinum.

 

Tøkk tit, sum hava borið meg ígjøgnum hesa ógloymandi ferð.

Tøkk góða Jóngerð at tú saðlaði mær skaldahestin Pegasus. Og øll míni kæru sum á leiðini góvu skapanarhugi og dirvi mínum veingir.

 

Tøkk Magnus Poulsen fyri lán av harmoniku og Birgir Joensen fyri serflutningin í Cadilac ellisakfari eftir Klaksvíksvegnum.

 

##med2##

 

Innspælt í Mike Studio, EB studio í Klaksvík, Tanggard Studio í Nólsoy og Studio Bloch í Tórshavn. Heimastudio og upptøkur: Ingi Isaksen og Jákup Zachariasen.

 

Produserað útgávuna: Kim Hansen

 

Framleitt Tað er ein sangur og Ein tíð: Mikkjal Hvannastein.

 

Óli Poulsen ljóðblandaði og mastraði í Fix'n Mix studio í Keypmannahavn juli 2021.

 

Samskipað: Steintór Rasmussen

 

Myndir. Eydbii Myndir

 

Fløguhúsi: Grafia

 

Útgevari: Innskot & Tutl

 

##med4##