Nýggj heilsufrøðilig kanningarstova fer til verka

Nýstovnaða heilsufrøðiliga kanningarstovan, Thetis, fer undir virksemi í Føroyum 1. januar 2016. Marita Debess Magnussen, mikrobiologur og granskari, er stjóri í nýggja felagnum.

 

Thetis, sum er stovnað á privatum grundarlag, letur upp fyrst í nýggja árinum.

 

Kanningarstovan, ið er tann fyrsta av sínum slag her á landi, fer eitt nú at veita  matvøruvirkjum, alivirkjum, kommunum o.ø. fyritøkum heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar.

 

Marita Debess Magnussen, laborantur og mikrobiologur, granskari í antibiotika-mótstøðuførum bakterium og atknýttur professari á Fróðskaparsetrinum er stjóri í nýggja felagnum. Marita Debess Magnussen hevur drúgvar royndir á økinum frá størvum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Landssjúkrahúsinum, Landspítalinum í Reykjavík og Háskóla Íslands umframt frá undirvísing og gransking.

 

Marita Debess Magnussen hevur saman við øðrum stovnað kanningarstovuna, sum húsast í hølunum hjá Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn.

 

Í løtuni er Heilsufrøðiliga Starvsstovan einasta kanningarstova í Føroyum, og tískil verður hópurin av heilsufrøðiligum royndum dagliga sendur av landinum til kanningar. Leiðslan í kanningarstovuni, Thetis, fer við støði í hesi sannroynd til verka í Føroyum, soleiðis at t.d. kundar, sum í løtuni senda royndir av landinum, kunnu fáa kanningarnar gjørdar munandi skjótari í Føroyum við somu góðsku.

 

- Vit kunnu verða fleiri dagar skjótari við okkara kanningarúrslitum, sammett við tær kanningar, sum í dag verða gjørdar uttanlands. Okkara fremsta mál er góðska og skjótleiki, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið. Kundin skal altíð kenna seg í tryggum hondum hjá okkum, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri í Thetis.

 

Í fyrstu atløgu er ein laborantur settur í starv umframt stjóran. Tað er Guðrun Højgaard, sum hevur starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, har hon seinnu árini hevur gjørt kanningar av mati og drekkivatni. Guðrun Højgaard hevur eisini arbeitt á Landssjúkrahúsinum, umframt at hon í fleiri ár arbeiddi í Danmark, har hon eitt nú var í starvi hjá heilivágsfyritøkunum Lundbeck og Novo Nordisk.