Tá Fríðrikur krúnprinsur stígur inn í nýggja leiklutin sum kongur av Danmark sunnudagin 14. januar, hevur hann stóran stuðul í danska fólkinum, har nógv tey flestu halda, at hann fer at megna uppgávuna væl.
Sambært nýggjari kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, svara sløk 82 prosent av teimum spurdu, at Fríðrikur krúnprinsur fer at hóska væl ella sera væl sum kongur.
Eisini Mary krúnprinsessa hevur stóran stuðul. Faktiskt svara sløk 86 prosent í kanningini, at hon fer at hóska seg væl ella sera væl sum drotning.
Bara ávikavist umleið fimm og fýra prosent meta, at tey fara at hóska illa ella sera illa til uppgávuna.
Harvið er kanningin, sum er gjørd eftir at drotningini boðaði frá, at hon leggur frá sær, á somu kós sum fleiri aðrar kanningar frá Voxmeter og øðrum kanningarstovnum, har stuðulin til kongshúsið eisini hevur verið stórur.
Sambært Annemett Krakau, sum hevur verið blaðstjóri á Billed-Bladet í mong ár, hevur fólk vanliga stórt álit á Margretu drotning og avgerðunum, hon tekur.
– Vit vita, at drotningin er ein vís kona. Tað smattar eisini á komandi kongshjúnini, at hon stuðlar teimum. Men krúnprinsaparið hava jú verið gift í 20 í mia. So tey vita væl, hvat bíðar teimum, sigur blaðstjórin.
Higartil hevur tað í danska kongshúsini verið siður, at trónuskiftið ikki verður, fyrr enn sitandi regenturin doyr.
Men sambært nýggju kanningini frá Voxmeter halda 81 prosent av teimum spurdu, at avgerðin hjá drotningini um at leggja frá sær er góð ella sera góð avgerð. Fýra prosent halda, at tað er ein vánalig ella sera vánalig avgerð.
Sløk 92 prosent av teimum spurdu halda, at hon hevur klárað uppgávu sína sum drotning væl ella sera væl.
78 prosent av teimum spurdu í kanningini siga, at tey stuðla monarkinum í Danmark.
Sambært Annemetta Krakau hevur drotningin ið avgerð síni um at leggja frá sær sloppið krúnprinsaparinum undan at verið í eini bíðistøðu.
– Tað er bara at hyggja uttanlands til dømis eftir Charles kongi, sum bíðaði rættiliga leingi eftir leiklutinum sum kongur. Soleiðis verður tað ikki hjá krúnprinsaparinum, og tað haldi eg, er tað rætta at gera, sigur Annemette Krakau.
Charles kongur gjørdist ikki kongur, fyrr enn hann var 73 ár – tá Elizabeth drotning doyði í 2022, 96 ára gomul. Hann varð harvið tann longst sitandi trúnarvingur í bretsku søguni.
Kanningin frá Voxmeter er gjørt í tíðarskeiðnum frá 2. januar 2024 til 5. januar 2024 millum tilsamans 1018 persónar.
/ritzau/