Nýggj kanning um koronu: Fýra prik verja nógv betri enn trý prik

Nýgg kanning staðfestir, hvussu gott tað er hjá fólki at verða koppsett fýra ferðir

Tann fjórða sproytan verjir fólk rættiliga væl ímóti at verða álvarsliga sjúk av koronu. Tað vísir ein nýgg, norðurlendsk kanning, skrivar Statens Seruminstitut, SSI. Koppingarevnið, sum verðir brúkt til ta fjórðu sproytuna, er tillagað, so at tað eisini hjálpir ímóti omikron-variantunum, sum eru teir, sum ganga í vetur.

 

Og nú staðfestir ein umfatandi kanning í Danmark, Noregi, Finnlandi og í Svøríki, hvussu effektivt nógv betri vard tey eru, sum hava fingið fýra sproytur enn tey eru sum hava fingið tríggjar sproytur.

 

Tann fjórða sproytan við koppingarevni, sum er lagað til BA.1 variantin av koronu, minkar nevniliga vandan fyri at enda á sjúkrahúsi við koronu, 74 prosent og hon minkar um vandan fyri at doyggja, 80 prosent.

 

Tann fjórða sproytan við koppingarevni, sum er lagað til BA.5 variantin, minkar um vandan fyri at enda á sjúkrahúsi, 81 prosent og vandin fyri at doyggja er 78 prosent minni.

 

Og tann fjórða sproytan við koppingarevni, sum er lagað til BA4-5 variantin minkar upp aftur meiri um vandan. Í Føroyum verður mælt til, at øll yvir 50 lata set koppseta fyri koronu.